Stjórnin í Belgia tekur undir við, at Evropasamveldið verður víðkað, og at lond sum Ísland, Kroatia og Turkaland fáa limaskap í samveldinum. Tað segði Oliver Chastel, sum er belgiskur uttanríkisráðharri í ES-málum, eftir at hann hevði hitt spanska uttanríkisráðharran, Diego Lopez Garrido, í gjár.
Í morgin tekur Belgia við formansskapinum í ES, og Chastel segði, at belgiska stjórnin fer at halda fram við tingingunum við Ísland, Kroatia og Turkaland um limaskap.
Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum samdust tann 17. juni um at fara undir samráðingar við Ísland um limaskap, hóast partarnir eru ósamdir um stórhvalaveiði, og hóast spurningurin um Icesave ikki er loystur.