Belgia í stjórnarkreppu í 528 dagar

Albert kongur í Belgia hevur nú biðið forsmannin í sosialistaflokkinum, Elio Di Rupo, royna at fáa landið burtur úr stjórnarloysinum, sum nú hevur vart í 528 dagar.

Di Rupo hevur longu roynt at skipa stjórn, men mánadagin var hann hjá kongi og boðaði frá, at royndirnar vóru miseydnaðar, tí tað bar ikki til at fáa semju um at spara á fíggjarlógini. Men kongur hevur nú biðið Di Rupo gera eina roynd afturat.

Ein starvsstjórn hevur stýrt Belgia síðani í apríl í fjør, tí allar royndir at skipa eina stjórn eru miseydnaðar. Eygleiðarar í Bruxelles siga, at teir belgisku politikararnir eru undir stórum trýsti nú, tí skuldarkreppan í fleiri av evrulondunum krevur tillagingar í belgiska fíggjarpolitikkinum. Tann almenna skuldin er sera stór, og summir greinarar hava ávarað um, at Belgia kann enda í somu støðu sum londini við Miðjarðarhavið.