Tok og bussar steðgaðu og førararnir sløktu motorarnar, tá belgiska tjóðin helt tøgn í ein minutt fyrrapartin til minnis um 22 skúlabørn, fýra lærarar og tveir bussførarar, sum doyðu í vanlukkuni í Sveis týskvøldið.
Aftan á tøgnina fóru kirkjuklokkurnar kring landið at kima.
Í morgun var eitt serligt minningarhald á flogvøllinum í sveisiska býnum Sion, tá tvey flutningsflogfør hjá belgiska flogvápninum fóru haðani við kistunum við teimum deyðu. Flogfarið skal seta seg á hernaðarflogvøllin Melsbroek tætt við Bruxelles.
Seks av teimum 24 løstaðu børnunum komu til Belgia í nátt. 14 koma ætlandi heim í dag, men nøkur eru so illa fyri, at tey verða verandi á sjúkrahúsi í Sveis.