Belgia skelkað

Bara tveir aðrir undankappingardystir vórðu spældir í Europa í gjárkvøldi. Mest óvæntaða úrslitið var, at Belgia á heimavølli mátti taka til takkar við 0-0 javnleiki móti Kazakhstan. Hin dysturin var í Estlandi, har Makedonia vann tepran 1-0 sigur á Estlandi. Í aðrar mátar var talan um hópin av venjingardystum, áðrenn veruligur skjøtul verður settur á undankappikngina um tvær vikur. 2. sepetember eru ikki færri enn 19 dystir á skránni. Teirra millum tann hjá Føroyum í Skotlandi.