Belgia fer at lata Ukraina tilsamans 30 stríðsflogfør av slagnum F-16, og veitingin kemur longu í ár.
Hetta veit belgiska tíðindastovan, Belga, at siga í dag og vísir til úttalilsi hjá landsins uttanríkisráðharra, Hadja Lahbib.
Áður hava belgisku myndugleikarnir sagt, at tey ikki fara at lata F-16 flogfør til Ukraina fyrr enn í fyrsta lagi í 2025.
Fráboðanin um F-16 flogførini kemur fyri ein fund, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skal hava við belgisku stjórnina.










