Føroyska talvlandsliðið situr í løtuni og stríðist í talv OL í Tromsø.
Eftir stórsigurin í gjár – 3 ½ - ½ á Pakistan – varð tað upplagt, at mótstøðuliðið í dag fór at vera væl stinnari, enn tað var í gjár, og soleiðis er tað.
Í dag sita føroyingarnir yvirav belgiska landsliðnum. Beliga er styrkismett sum nummar 44 ella 28 pláss frammanfyri Føroyar. Í gjár vann Belgia 4-0 á Kenya.
Í dag heldur John Rødgaard frí, og John Arni Nilsen er á føroyska liðnum, sum harvið er mannað soleiðis: Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilsen, sum er á fjórða borði.