Belfast Telegraph tulkar Lars Olsen

Norðurírska blaðið metir, at Lars Olsen og Føroyar hava Norðurírland sum mál

The Belfast Telegraph hevur bitið merkið í, at Lars Olsen sigur seg hava møguleikar í dystunum móti Finnlandi og serliga Norðurírlandi.


Les eisini: Lars Olsen við hava fleiri stig

 

Í greinini verður víst á, at meðan fólk í Norðurírlandi hugsaði um hvussu nógv stig teirra lið kann fáa móti Grikkalandi, Ungarn, Rumenia og Finnlandi, so hyggja føroyingar eftir Norðurírlandi.

 

Les eisini: Greinin í Belfast Telegraph (Á enskum)

 

Tað kemur heldur ikki av ongum, og víst verður til teir báðar 1-1 javnleikirnar, sum vit hava fingið móti júst Norðurírlandi í ávíkavist 1991 í Belfast og á Svangaskarði í 2010.

 

Eisini verður vist til, at Norðurírlandi tapti fyri bæði Aserbadjan og Luksemburg í farnu HM undankapping.

 

Hetta er eitt av evnunum, sum verður viðgjørt í Fótbóltspanelinum í dag klokkan 16. Spurningurin er so hvussu nógv stig kunnu Føroyar fáa í komandi EM undankapping. Hvat heldur tú? Luttak í kjakinum við at senda sms til 559999 ella skriva viðmekring undir greinina.