Beitishúsini gerast til dansihøli

Vága Dansifelag hevur seinastu fýra árini verið í holt við at umvæla Beitishúsini í Miðvági. Húsini skal felagið brúka at dansa í, tá dansað verður í Miðvági, og til smærri hugnakvøld, sigur Hervør Jørgensen, nevndarlimur

Fyri fýra árum síðani yvirtók Vága Dansifelag tey sokallaðu Beitishúsini í Miðvági. Beitishúsini eru serliga kend fyri at vera barnaheimið hjá stóra skaldinum Mikkjali á Ryggi.

Tá Dansifelagið yvirtók húsini, høvdu tey staðið tóm í fleiri ár, og tað sást eisini á standinum tey vóru í. Teimum tørvaði eina kæra hond, og hana fingu tey frá Dansifelagnum.


Langtíðarætlan

? Arbeiði við Beitishúsunum er ein langtíðarætlan, sigur Hervør Jørgensen, nevndarlimur í Vága Dansifelag. ? Ætlanin var, at gera alt arbeiði við sjálvbodnari arbeiðsmegi, men vit gjørdu av at arbeiði uttan skuldi ein timburmaður taka sær av.

Hetta arbeiði er komið nokkso væl áleiðis, men enn manglar kortini tann eini endin at gera, so tað verður eitt tíðarbil enn áðrenn arbeiði uttan verður liðugt.

Men hetta er ikki nakað sum bilar, tí soleiðis var ætlanin frá byrjan.

Hervør sigur, at tey ikki hava nakað yvirlit yvir hvussu nógv umvælingararbeiðið kemur at kosta.

Sambært kassameistara felagsins, Ingun Joensen, hevur felagið goldið 300 túsund fyri arbeiði, sum er gjørt higartil.


Alt eginfíggjað

Bæði Hervør og Ingun greiða frá, at alt arbeiði, sum er gjørt higartil og tað, sum skal gerast frarmyvir skal verða eginfíggjað. Nevndin í felagnum hevur gjørt av, at eingi lán skulu takast í sambandi við umbyggingina, og tað er sjálvsagt viðvirkandi til, at arbeiðið tekur langa tíð.

? Higartil hevur tað eisini borið til at fáa pening til vega, greiðir Ingun frá.

Peningastovnarnir hava stuðlað tiltakinum væl og harafturat hevur felagið gjørt ein Vágakalendara, sum fleiri og fleiri vágafólk ogna sær.

? Hann gevur rættiliga fitt nú, men fyrstu árini kastaði hann ikki nógv av sær, sigur Ingun Joensen.

Restin av peninginum er fingin til vega við innsavningum ella tiltøkum, og tað hevur bara gingið væl, sigur hon.


Ikki fæst tilhaldsstað

Annars er ikki ætlanin, at Beitishúsini skulu vera fasta og einasta tillhaldsstaðið hjá dansifelagnum í oynni.

Vága Dansifelag hevur góðar 200 limir úr allari oynni og tí verður ferðast bygd úr bygd at dansa.

? Hesum fara vit at halda fram við, sigur Hervør.

? Tað er ikki ætlanin, at vit skulu bara vera í Miðvági, tí limirnir koma úr ymsum støðum av oynni.

Men til serlig tiltøk fara vit at brúka húsini og so at dansa í tá vit eru í Miðvági, sigur hon at enda.