Umstríddi áleyparin, Luis Suarez, sum seinasta summar fekk langt leikbann fyri at bíta italska verjuleikaran Giorgio Chiellini, er nú aftur í andglettinum.
Luis Suarez tók annars yvirskriftirnar í gjárkvøldið við tað, at hann við frálíkum avriki, skeyt bæði málini fyri Barcelona í 2-1 sigrinum móti Manchester City.
Les eisini: Suarez stórtrívist í Onglandi
Men í dag vilja fleiri miðlar vera við, at Luis Suarez aftur í gjár beit. Talan var um støðu, har hann rann framvið Manchester City verjuleikaranum, Martin Demichelis.
Tað er tó eingin ivi um, at talan er um lítið dramatiska støðu, ið ikki kemur at geva nakað leikbann til Luis Suarez.
Omanfyri ber til at síggja hendingina millum Luis Suarez og Martin Demichelis.










