Ein 27 ára gamal maður bleiv í Føroya rætti í dag dømdur 60 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava tikið seg inn í íbúðina hjá damuni og framt harðskap móti henni, millum annað við at sláa hana, taka kvørkratak um hana og bíta hana í andlitið.
Tað var í apríl í ár, at maðurin á miðjari nátt valdi at fara heim til damuna at tosa við hana. Tey vóru par, men livdu hvør sær hesa tíðina, millum annað tí tey høvdu skeldast.
Nú vildi maðurin tosa við damuna og fór tí á gátt. Hurðin var læst, klokkan var trý á miðjari nátt, men av tí at maðurin hevði búð í húsunum áður, visti hann, at ein kjallarahurð var opin. Har inni fann hann eitt skrúvublað og lirkaði tí hurðina inn í íbúðina upp. Sum hann so mangan hevði gjørt áður, greiddi hann frá.
Kvinnan lá og svav í songini, men vaknaði, tá maðurin kom á gátt. Hon var ikki sinnað at práta og bað hann sleppa sær út. Orð ókst av orði, og endin var, at teirra felags sonur, sum lá í seingini, vaknaði.
So víkja frágreiðingarnar hjá teimum frá hvørji aðrari. Maðurin sigur, at hann tók sonin upp og royndi at troysta hann, men at kvinnan gjørdist harðlig og sparkaði eftir sær og skumpaði seg, so at hann var um at snáva við soninum í føvninginum.
Tá gjørdist hann so illur, at hann hevði tikið um kvørkrarnar á henni. Hann hevði tó ikki sligið hana og mintist einki til, at hann hevði bitið hana.
At enda var hann tó farin avstað aftur.
Kvinnan segði, at tá ákærdi boygdi seg eftir soninum, hevði hon noktað honum at taka hann upp, tí hann hevði drukkið. Tá setti ákærdi seg upp á kvinnuna, tók kvørkratak um hana og beit hana tvær ferðir í kjálkan, áðrenn hon megnaði at skumpa hann av sær. Hon tók so sonin upp, meðan hon royndi at blaka mannin út, men tá hevði hann sligið seg á armin og í búkin.
Eftir at maðurin var rikin á dyr, royndi hon at ugga sonin, og setti seg síðani í samband við Kvinnuhúsið, sum hjálptu henni at melda málið.
Dómarin metti, at frágreiðinging hjá kvinnuni hevði meiri trúvirði, millum annað tí hon var stuðlað av læknaváttan og myndum, sum løgreglan hevði tikið, tá kvinnan meldaði málið. Tað, at maðurin onga frágreiðing hevði um, hvussu kvinnan hevði fingið bitmerki á kjálkan. Dómarin helt heldur ikki, at maðurin hevði rætt at koma á gátt hjá kvinnuni á hendan hátt á miðjari nátt, tá hann sjálvur hevði greitt frá, at hann hetta tíðarskeiðið svav á øðrum bústaði.
Endaligi dómurin gjørdist 60 dagar treytað fongsulsrevsing. Hetta merkir, at maðurin ikki skal sita dómin, um hann ikki ger nakað revsivert næstu tvey árini og innan átta mánaðir ger ólønta samfelagstænastu í 80 dagar. Hann skal eisini vera undir eftirlitið av kriminalforsorgini.
Dómarin segði, at harðskapur av slíkum slag ongantíð kann góðtakast, og als ikki, tá kvinnan er við barn og børn annars eru til staðar. Kortini avgjørdi dómarin at gera revsingina treytaða, av tí at maðurin er ongantíð er revsaður áður, at kvinnan eisini hevði verið harðlig móti honum og forholdið eyðsæð var í upploysn, og at tey eiga eitt barn saman.