FÓTBÓLTUR
Sum uppflytari og spildurnýggjur í bestu ensku fótbóltsdeildini, hevur 34 ára gamli Brian »The Beast« Jensen verið fremsta orsøkin til, at Burney hevur hildið egið mál reint tvær ferðir og ikki rann seg í eitt eyðmýkjandi stórtap um vikuskiftið.
Beistið, sum maðurin verður róptur orsaka av sínum rógvusmikla kroppi, byggir víðari á góðu gongdina frá undanfarna kappingarárið, har hann av sonnum megnaði at gera vart við seg sjálvan og síni evni.
Í lítlu ensku steypakappingini, Carling Cup, syrgdi hann fyri at bjarga tvey brotsspørk í dystinum í móti Chelsea, sum av tí sama reyk út úr kappingini.
Í ár hava tveir aðrir mans brent, tá teir hava staðið yvir av stóra danska beistinum. Fyrst bjargaði hann royndini frá Carrick og Manchester United. Síðani skeyt franski Saha í Everton bóltin framvið.
– Eg havi einki svar upp á, hvussu tú bjargar brotsspørkum, einki serligt kanningararbeiði, einans instikt og tað er alt. Men møguliga hyggja spælararnir eftir mær og hugsa, hvussu teir skulu fáa bóltin framvið hasum stóra klumpinum, segði Brian Jensen við danska Tipsbladet undan dystinum í móti Chelsea um vikuskiftið.
Hesin dysturin endaði við sannførandi 3-0 sigri til Chelsea. Ein sigur, sum bæði kundi og skuldi verið vunnin við væl fleiri málum. Men sum ikki einaferð, stóð Brian Jensen ein branddyst og vardi fyri tí mesta.
Soccernet.com skrivaði eftir dystin, at hevði tað ikki verið fyri frálíka avrikið hjá Brian Jensen, so var Chelsea fyrsta liðið í Premier League at vinna við tíggju málum.
Somuleiðis var Brian Jensen eftir óvæntaða sigurin á Manchester United kosin dagsins leikari, umframt at bretsku fjølmiðlarnir skrivaðu síðu upp og síðu niður um avrik hansara.
34 ára gamla beistið hevur av álvarað prógvað sítt virði í ár, nú hann fyri fyrstu ferð roynir seg í Premier Leageu.
Frá næstbest til fyrstaval
Brian Jensen hevur tó langt frá altíð verið roknaður millum teir bestu. Hvørki í hollendska AZ Alkmar ella í enska West Bromwich Albion var hann roknaður sum nakað álit. Av tí sama var tað eisini ógvuliga smátt við spælitíð í árunum frá 1997 til 2003.
Eftir kappingarárið í 2003 var lokið, skifti stóri málverjin til Burnley og so gjørdust minuttirnir á vøllinum fleiri í tali. Tó so, tey bæði fyrstu árini varð hann ikki fyrstaval í felagnum, men fekk rímiliga nógvar dystir orsaka av skaðum. Fyrstaval var hann tó ikki.
Soleiðis hevur tað verið stóran part av tíðini aftan á eisini, men í fjør vardi Brian Jensen Burnley-málið hvønn einasta dyst, felagið spældi. Hetta var eisini árið, har Burnley tryggjaði sær luttøku í Premier League fyri fyrstu ferð í 33 ár.
Meistarar eftir metinum
Í 34 ár hevur Manchester United verið í bestu ensku fótbóltsdeildini. Hetta tíðarskeiðið hevur felagið syrgt fyri, at tað – saman við Liverpool – er mest vinnandi felagið í Onglandi.
Hetta met verður møguliga tikið í ár. Um vikuskiftið bastu teir Arsenal, sum annars legði seg á odda við dundurskoti frá russiska Arshavin. Men við brotssparki frá Rooney og sjálvmáli frá Diaby, syrgdu meistararnir fyri, at sigurin kom í hús.
Liverpool, sum heldur ikki í ár tykist at vera serliga sannførandi, vann 2-3 á Bolton. Liverpool var annars aftanfyri bæði 1-0 og 2-1, men við einum frálíkum skotið tryggjaði Gerrard Liverpool trý stig. Hini málini hjá Liverpool gjørdu Johnson og Torres, meðan Davies og Cohen vóru málskjúttar hjá Bolton.
London framvegis fult
Tey bæði Londonliðini, Chelsea og Tottenham, hava sum tey einastu fult stigatal. Anelka, Ballack og Cole syrgdu fyri trimum málum og trimum stigum í móti Burnley.
Hjá Tottenham legði Crouch liðið á odda í 72. minutti, men tríggjar minuttir seinni var javnleikur aftur, tá Bowyer skoraði. Henda støða helt sær inn í yvirtíðina, tá Lennon loksins fekk bóltin í kassan og tryggjaði Tottenham fjórða sigurin á rað.
Í botninum eru Bolton og Portsmouth framvegis uttan stig.