TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá NSÍ aftaná 2-2 javnleikin hjá NSÍ á útivølli ímóti TB við Stórá í Trongisvági.
TB javnaði í allarseinastu løtu, og Trygvi ásannar, at tað var ein beiskur biti hjá teimum. Í heila tikið eftirlýsir hann betri effektivitet hjá sinum monnum, tí teir spæla seg til nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystir, sum enda við soltnum javnleikum.
Trygvi er tó enn við gott mót, at NSÍ kann taka silvurkrónurnar heim í effodeildini í ár. Fyri NSÍ hevði tað havt stóran týdning at enda næstovast.