Beirut brennur - aftur

Hizbollah vil vera við, at libanska stjórnin hevur sent felagsskapinum krígsavbjóðing, og enn eina ferð er vandi fyri borgarakríggi í Libanon

Hizbollah, sum fær stuðul úr Iran, tók í morgun valdið í stórum pørtum av Beirut, og nógvastaðni vóru bardagar millum menn hjá Hizbollah og sunnimuslimskar bólkar, sum styðja stjórnina. Trygdarkeldur søgdu í morgun, at minst 10 fólk lógu eftirá, og at meiri enn 20 vórðu særd í bardøgum í gjár og í nátt. Útlendsk tíðindafólk søgdu í morgun, at skotríðirnar vaktu minni um borgarakríggið frá 1975 til 1990.

 

Leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, segði í gjár, at libanska stjórnin hevur sent felagsskapinum krígsavbjóðing, tí stjórnin hevur stongt sjónvarpsstøðina hjá Hizbollah. Stjórnin sigur, at støðin bleiv stongd, tí hon sendi tilfar, sum var fíggindaliga sinnað ímóti stjórnini.

 

Í morgun hevndi Hizbollah avgerðina hjá stórnini við at herja á sjónvarpsstøðina Future News, sum er vinarliga sinnað ímóti Vesturheiminum, og sum samgonguleiðarin, Saad-al-Hariri, sigur. Hann er sonur fyrrverandi forsætisráðharran Rafik Hariri, sum varð myrdur í 2005. Umframt sjónvarpsstøðina herjaðu menn hjá Hizbollah á eitt av teimum stóru bløðunum, sum styðjar stjórnina.

 

 

Kann breiða seg

 

Saudiarabia, sum verður roknað sum ein tann týdningarmesti stuðulin hjá libansku stjórnini, hevur biðið hini arabisku londini um ein fund um støðuna í Libanon.

 

Summir eygleiðarar siga, at spenningurin millum sunnumuslimar og shiamuslimar í Libanon kann lættliga breiða seg til onnur arabisk lond so um Egyptaland, sum eisini styðjar libansku stjórnina og er ímóti Hizbollah.