Nei, Beinta er ikki til longur, men sum Christian Matras so væl tekur til, ylurin er eftir.
Vit kendu Beintu frá lesibólkinum, har vit kjakaðust um bókmentir og list í einum frælsum forum og altíð við virðing fyri áskoðanini hjá hvørjum øðrum. At so var, átti Beinta sín stóra leiklut í. Við sínum verimáta ríkaði hon okkum mangan kvøldini. Beinta var lítillátin, men ofta beinrakin, hon var láturmild og sjálvironisk, men altíð við tí góða orðinum mótvegis øðrum. Jørðbundin sum fáur, og kortini djúp, tá ið lívsins stóru spurningar vóru havdir á lofti.
Beinta hevði listarligar gávur og, sum Heri prestur eisini nevndi, ans fyri tí fagurfrøðiliga í øllum rundan um seg. Tað er gott at vita, at hennara evni eru borin víðari til næstu ættarliðini.
Vit eiga eisini nógv góð minnir frá okkara felags ferðum, bæði vikuskiftisferðum á Viðareiði og aðrastaðni í Føroyum, og frá uttanlandsferðunum í Prag og í Skotlandi. Á ferðunum var tað altíð ein uppliving at eygleiða Beintu og síggja, hvussu hon legði til merkis smálutir, sum vit onnur ikki gáaðu um, og tí var hon ofta í okkara huga, nú vit á páskum vóru í Rom. Mangan hava vit tosað um, hvussu nógv Beinta hevði fingið burturúr, hevði hon verið við.
Soleiðis kendu vit Beintu, og soleiðis minnast vit hana við takksemi.
Beintu?sa lesivinir











