Beinta Vilhelsem sýnir fram serlig snið

Listaskálin verður hóskvøldið karmur um øðrvísi og spennandi mótasýning. Mótasýningin er sermerkt við, at klæðini eru seymaði og skapt til persónin, ið vísur tey fram, av skraddaranum Beintu Vilhelmsen.

Beinta er m.a. kend fyri sínar stórslignu veitslukjólar.
Í Listaskálanum sýnir Beinta draktir, veitslukjólar og brúðarkjólar. Umframt klæði verður tónleikur og upplestur á skránnið. Sigrið Rasmussen syngur nøkur løg av komandi fløguni, ið kemur út í næstum. Eisini fer Sólrun Michelsen at lesa brot úr stuttsøgu.
Umframt hugnaliga og forkunnuga løtu í Listaskálanum, gevur atgongumerki ein leskiligan drykk á Hvonn eftir mótasýningina, og 20% av øllum vørum í skraddarínum hjá Beintu 2. og 3. mars.
Atgongumerki til mótasýningina eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Skraddarínum hjá Beintu Vilhelmsen, hjá Cosmeto og á Hvonn, og sambært fyrireikarunum er talið av atgongumerkjum avmarkað.