Á FO Invasion var hon eitt frískt lot, við tí at hon ikki arbeiddi við ull. Her kjólar og sett til ymisk endamál. Onkur veruligur gallakjóli, men eisini stás til ymisk onnur endamál. Ikki alt var líka stílfult, og okkurt eitt sindur nógv av tí góða, men hetta er jú ein eginleiki, ið eyðkennir gallaklæði. Tað tyktist serliga at vera tað meira gerandiskenda, ið riggaði væl hjá Beintu. Serliga sterkt stóð eitt svart sett, ið var millum vakrastu sniðini á kvøldinum.