Beinta verjir doktararitgerð

Fríggjadagin 12. september fer Beinta í Jákupsstovu at verja doktararitgerð sína um vitan og vald í føroyskum heilsupolitikki við lærda háskúlan í Bergen.

Í ritgerðini, sum hevur heitið »Kunnskap og makt i færøysk helsepolitikk 1820-1970«, viðger Beinta í Jákupsstovu hugtøkini vitan og vald, og í hvønn mun vitan er vald.
1. andmælingur er Jóan Pauli Joensen, dr. phil, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og 2. and-mælingur er Marit Helgesen, dr. phil, granskari á Norsk Institut for by- og regions-forsk-ning. Harafturat hevur Anne Lise Fimreite, dr. polit, sitið í metingarnevndini. Leiðbeinararar hjá Beintu hava verið Audun Offerdal, professari, og Vibeke Erichsen, fyrsti amanuensis.
Beinta í Jákupsstovu tók cand.polit.-prógv við Universitetið í Bergen í 1982, og arbeiðir nú sum lektari á Høgskolen í Molde. Arbeiðið hjá Beintu við ritgerðini er liður í stóru verkætlanini á Fróðskaparsetrinum, "Tradition og modernitet", sum danska granskingarráðið fíggjaði.