- Man verður yvirdrivin glaður. Tað er stuttligt at ein so stórur designari fær íblástur frá einari gamlari verkætlan hjá mær. Man fær eitt sindur av einum kicki, tí man fær eitt so stórt herðaklapp.
Tað sigur Beinta á Torkilsheyggi, tá hon skal lýsa hvussu tað var, tá hon fann út av, at eitt av teimum heilt stóru mótamerkjunum, Marchesa, hevur víst til eina av hennara myndum, sum íblástur til teirra summar- og heystmóta.
Tað eru kendu sniðgevarnir Georgina Chapman og Keren Craig, ið hava stovnað og eiga fyritøkuna Marchesa.
Myndin varð fyrst løgd út á heimasíðuna hjá viðurkenda blaðnum Elle Magazine og aftaná deildi sniðgevarnir sjálvar myndina á Instagram.
Beinta á Torkilsheyggi greiðir frá, at hon einki visti um hetta, fyrr enn ein vinkona skrivaði til hana. Sniðgevarnir høvdu sjálvur funnið fram til myndina hjá føroysku myndakvinnuni.
- Hetta er ikki nakað, ið vit hava sent til teirra, men ein gomul mynd hjá mær, ið eg brúkti til eina verkætlan í skúlanum. Eg visti ikki av nøkrum, fyrr enn ein vinkona skrivaði til mín um tað.
Beinta á Torkilsheyggi dylur ikki fyri, at hendingin í morgun gevur áræði at halda fram.
- Eg læs og búði í London, so tá man situr í Føroyum og stríðist, so kennist tað oftani eitt sindur avskorið frá restini av verðini. Men hetta vísir, at tað nýtist ikki at vera so. Sjálvt um eg siti í Føroyum, so tekur tað bara eitt klikk hjá einum persóni í New York at síggja mínar myndir.









