Beinta triða árið á rað

Dart: Beinta Joensen vann FM triðja árið upp í slag

Mynd: (Dartsambandið) Beinta Joensen, nummar trý frá vinstru.

Leygardagin var mantanarhúsið í Fuglafiðrið karmur um FM í dart. Kappast var hjá kvinnum og monnum og eisini var kappast í tvímansleiki. Hjá kvinnunum vann Beinta Joensen triðja árið upp í slag, skrivar Dartsambandið.

 

Í bólkaspælinum hjá kvinnunum vann yngsti kvinnuspælarin Jóna Miðalberg og Maibritt Hvíthamar gjørdist nummar tvey. Teir fýra landsliðsspælararnir, Beinta Joensen, Nadja Tróndardóttir, Birthe Sikivat og Joan Edvør Jacobsen komu inn í kappingina seinni enn hinar. Tær vóru styrkismettar beinleiðis til fjórðingsfinaluna.

 

Her var serliga dysturin millum Joan Edvør og Jónu, ið gjørdist spennandi, men Joan Edvør Jacobsen helt høvdið kalt í avgerðandi settinum og vann 4-3. Beinta Joensen og Nadja Tróndardóttir avgreiddu sín setning. So var tað dysturin millum tær baðar fyrrvernadi FM-vinnararnar, Birthe Sikivat (2020) og Maibritt Hvíthamar (2017). Birthe var styrkismett til nummar trý og favorittur av vinna, men Maibritt lat ongan iva verða um, at hon var komin til Fuglafjarðar eftir FM steypinum og vann trygt 4-1.

 

Í hálvfinalunum møttust Beinta Joensen (KDF) og Joan Edvør Jacobsen (VDF). Sjálvt um Joan Edvør fleiri ferðir í kappingarárinum hevur argað Beintu, so var einki at gera her. Beinta vann 4-1. Hin hálvfinalan var millum Nadju Tróndardóttir (ADF) og Maibritt Hvíthamar (HDF). Nadja er nýggj í dartítróttini. Hetta er hennara fyrsta kappingarár, men hon hevur víst, at við hørðum arbeiði kann ein koma langt. Tað hevur givið henni pláss á landsliðnum, og eisini var hon av fleiri vænta at vinna FM í ár. Men Maibrtt vildi tað øðrvísi og vannn 4-2.

 

Finalan var sostatt millum nummar eitt á styrkilistanum, Beintu Joensen, og Maibritt Hvíthamar. Finalan var spennandi. Maibritt Hvíthamar kom á odda 1-0, áðrenn Beinta Joensen tók tvey sett upp í slag. Maibritt javnaði síðani til 2-2, áðrenn Beinta ongan iva lat verða um, at hon er besti spælari í Føroyum. Hon vann trygt tvey tey seinastu settini og gjørdist harvið føroyameistari triðja árið á rað.

 

Úrslitini vóru hesi

 

Kvinnur:

 

Nr 1 Beinta Joensen (KDF)

 

Nr 2 Maibritt Hvíthmar (HDF)

 

Nr 3 Nadja Tróndardóttir (ADF)

 

Nr 4 Joan Edvør Jacobsen (VDF)

 

Mynd: (Dartsambandið) Beinta Joensen, nummar trý frá vinstru.