Tað hilnaðist væl hjá vágagentum á Vestanstevnu. Beinta úr Miðvági vann sannførandi sigur, og harvið eru miðvágsgentur tvey stig frammanfyri næsta kappingarneyta í FM kappingini.
Ørnin úr Sandavági, Falkur úr Sundalagnum og Sílið úr Havn vóru leingi væl við, og Ørnin var fremst eftir startspurtin.
Sum róðurin leið var tó eingin ivi. Beinta var fremst, og sigurin gjørdist rættuliga sannførandi. Falkur var næstfremst, men í endaspurtinum gjørdi Sílið orduliga um seg og endaði ikki so langt frá triðja plássinum.
Eftir kappingarlok vísti tað seg, at Sílið hevði fingið gula kortið fyri triðju ferð í ár, og harvið varð báturin kolldømdur í róðrinum í dag og misti harvið plaseringina og stigini.
Tjaldrið, Silja og Tambar endaðu aftari.
1 Beinta 05:21.16
2 Falkur 05:24.20
3 Ørnin 05:28.13
4 Tjaldrið 05:32.14
5 Silja 05:39.00
6 Tambar 05:45.05
Støðan
1 Beinta 38
2 Falkur 36
3 Sílið 28
4 Ørnin 22
5 Tjaldrið 21
6 Silja 12
7 Tambar 8
8 Fípan Fagra 2