Beinta slapp til Jackson-minningarhaldið

25 ára gamla Beinta Rasmussen úr Sandavági fekk í fyrrakvøldið at vita, at hon hevði vunnið atgongumerki til Michael Jackson minningarhaldið Í samrøðu við Sosialin í kvøld sigur Beinta, at hon var millum tær 1,6 milliónirnar, sum teknaðu seg til lutakastið, har helmingurin av teimum 17.000 plássunum til minningarhaldið vórðu lutað burtur.

Og sunnukvøldið komu boð um, at hon hevði vunnið.

 

- Eg helt at byrja við, at talan var um okkurt tiltak í London, men so uppdagaði eg, at hetta var til sjálvt minningarhaldið í Los Angeles. Har stóð í, hvussu eg skuldi printa luttøkuskjalið út av telduni og levera tað í Los Angeles í gjár. So skuldi eg fáa luttøkubond útflíggjað, sigur Beinta Rasmussen við Sosialin.

 

Tað bar tó ikki til hjá Beintu at fara til Los Angeles, har minningarhaldið í løtuni verður hildið. Boðini um møguleikan komu ov seint, og tí hevði Beinta ikki møguleika at ferðast vestur um hav.