Beinta skjeyt tríggjar harur

Hjá mongum manni er haruskjóting ein mannfólkasak burturav, men kvinnur troðka seg meiri og meiri inn á øki, sum fyrr vóru hildin at vera mannfólkaøki. Haruskjóting er nakað, sum fær menn at rætta ryggin og kenna seg tryggar, tí á tí økinum eru teir púra teirra egnu. Ella hava verið.

11. desember fóru tíggju mans og ein kvinna at skjóta harur í Nólsoy, og tá avtornaði, var fongurin 28 harur. Skotið var í Junkarshaganum og á Borðuni.

Hetta var fyrstu ferð, at Beinta Beinisdóttir royndi seg sum haruskjútti, men hon var langt frá vánaligasti skjútti tann dagin. Tað var næstan søguligt, tá Beinta fekk ikki færri enn tríggjar harur.

Tað vóru glómur í fleiri av mannligu skjúttunum, ikki minst teimum, sum onga haru fingu tann dagin, men 24 ára gamla Beinta Beinisdóttir er eftir hetta ikki júst tann, sum rættir harumenn bjóða við til haruskjóting.