Beinta seld til Namibia

Ísfiskatrolarin Beinta úr Trongisvági er seldur til Namibia

John Johannessen


Ísfiskatrolarin, Beinta, úr Trongisvági er seldur til Walvis Bay í Namibia fyri níggju milliónir krónur.

Tað er skipsmeglarafelagið, Martec, á Argjum, sum hevur fingið søluna í lag fyri partafelagið, Skorðafossur í Trongisvági.

Beinta varð bygd í Noreg í 1972. Tá fekk hon navnið Myrebuen. Í 1992 varð skipið selt til Vágs og fekk navnið Brimborg. Í 1995 varð skipið selt til Trongisvágs, og fekk tað tá navnið Beinta.

Beinta er 558 bruttoregistertons til støddar, hon er 46,68 metrar long og 9 metrar breið. Høvuðsmaskinan er ein Wichmann við eini orku á 1.500 HK.

Skipið var í fínasta standi, nú tað varð selt. Tað leyk øll klassa- og skipasýniskrøv.

Beinta fór av Havnini í dýrdarveðrinumm sunnudagin um middagsleitið og verður í Namibia um 25 dagar. Við á túrinum eru fimm mans úr Namibia og tveir føroyingar.