Beinta og Elna døma HM

Um vikuskiftið eru kvinnuliðini hjá Havnar Fimleikafelag og Støkk við til HM-kapping í Cartagena í Spania, men umframt fimleikarar, eru eisini føroyskir dómarar við til kappingina.

 

Altjóða dómararnir í estetiskum fimleiki, Beinta Danielsen og Elna Johannesen, eru við til at døma hesa stóru kappingina, ið fevnir um tilsamans 28 fimleikalið úr 14 londum.

 

Tær báðar hava seinnu árini vunnið sær drúgvar royndir sum altjóða dómarar, og er hetta fjórðu ferð, at Beinta og Elna eru boðsendar at døma eina heimsmeistarakapping.