Beinta heiðrað við riti

Færøysk liv i nordisk perspektiv.

Soleiðis eitur bók, sum Fróðskapur hevur givið út og sum er heiðursrit til Beintu í Jákupsstovu, dr polit í sambandi við 60 ára føðingardag hennara 27. desember.

Tað eru átta greinar í bókini, sum Edit Bugge, Heine Bugge og Kristin Tornes hava ritstjórnað.

Í bókini verða evni viðgjørd, sum Beinta annaðhvørt arbeiðir við ella hevur serligan áhuga fyri: Kommunupolitikkur og politisk umboðan, hagtøl og vitanargrundarlag fyri politiskum avgerðum, vælferðarpolitikkur, kyn, familjupolitikkur og bókmentapolitikkur, sigur Fróðskapur í kvøld.

Beinta í Jákupsstovu er fyrstiamanuensis í stjórnmálafrøði við Høgskolen i Molde. Síðani 2008 hevur hon eisini verið knýtt at Søgu¬ og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Í 2003 vardi hon doktararitgerð, sum Fróðskapur gav út í bók í 2006 við heitinum Kunnskap og Makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år.

Í bókini lýsir hon hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina.

Greinarnar í heiðursritinum eru á føroyskum, norskum og íslendskum og tær eru hesar:

Kari Skrede: Fruktbarhet og familiepolitikk – hvor bærekraftig er den nordiske modellen?

Audun Offerdal: Representasjon og fråfall

Elin Súsanna Jacobsen: Kvinnulív í Havn uml. 1850

Firouz Gaini: Knívleysir menn. Samleiki og mentan hjá ungum føroyskum monnum

Eli Kjersem og Turid Aarset: Idealer, forestillinger og kunnskap om alderdom og boformer

Svavar Sigmundsson: Færeyingafélagið í Reykjavík

Malan Marnersdóttir: Bókmentir og samfelag

Kristin Tornes: Kunnskap og politikk