Ikki serliga góðu líkindini í Vestmanna eru ivaleyst høvuðsorsøkin til, at støðurnar í róðrunum eru so skiftandi, sum tær nú eina ferð hava verið tað ídag.
Eitt dømi um hetta var kappingin millum 5-mannaførini við gentum. Falkurin úr Hósvík og Beinta úr Miðvági hava verið stinnastar tær seinastu ferðirnar, og tí vóru hesir báðir bátarnir favorittar.
Falkurin legði seg á odda, og hann fleyg avstað. Eina løtu var Falkurin meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri næsta kappingarneytan.
Men so spentu tær á Beintu á, og á sjálvari mállinjuni eydnaðist tað Beintu at vinna seg framum Falkin. Eitt framúr avrik, sum ber við sær, at Beinta nú er fremst í FM kappingini. Sílið var klárt nummar trý, og Sílið er trý stig aftanfyri Beintu. Falkurin er framvegis størsta hóttanin hjá miðvágsgentum. Munurin teirra millum er eitt stig.
1 Beinta 05:13.09
2 Falkur 05:13.14
3 Sílið 05:17.20
4 Ørnin 05:22.04
5 Tjaldrið 05:23.19
6 Silja 05:31.07
7 Tambar 05:38.19
Støðan
1 Beinta 31
2 Falkur 30
3 Sílið 28
4 Tjaldrið 17
5 Ørnin 17
6 Silja 9
7 Tambar 6
8 Fípan Fagra 2