Beinta fekk herðaklappið

Leiðarin í Virkishúsinum í Klaksvík, Beinta Gregersen, fekk serliga Planet-heiðurin 2007 fyri sítt arbeiði fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleikarum í Klaksvík

Tað var Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sum handaði Beintu Gregersen heiðurin. Planet-heiðurin er ein serligur heiður, sum verður latin av fyrireikarunum – altso ikki ein heiður, har fólk hava møguleika at sms’a inn og atkvøða.

Beinta Gregersen takkaði fyri heiðurin og segði, at hon sá fram til, at tey aftur næsta ár fáa eina Planet til Klaksvíkar.

- Men tað skal ikki verða til mín, legði hon dent á. Beinta segði víðari, at hon var fegin um, at Virkishúsið var nevnt, eins og umsitingin og Klaksvíkar Kommuna, tí uttan tey, hevði hetta als ikki borið til, segði hon.

Jan Müller segði í síni grundgeving fyri at lata Beintu virðislønina millum annað soleiðis:

”Í 80unum var Klaksvík ofta umrødd, sum tónleikahøvuðsstaður føroyinga. Men síðan hetta hava mest Eysturoyggin og Havnin kappast um hetta heitið. Gamaní, so er Føroya størsta tónleikatiltak á Vágsbø hvørt ár og fleiri stórir tónleikabólkar sóu dagsins ljós í 90unum í Klaksvík. Eisini í Studio Pegasus er nógvur tónleikur komin til føroyingar. Men sum kreativur orkudepil við nógvum spennandi nýggjum tónleiki, hevur Klaksvík ikki verið á fyrsta plássi seinnu árini.

Planet herðaklappið í ár fer til eina kvinnu, ið hevur slóðað fyri, at Klaksvík aftur gerst ein tílíkur kreativur orkudepil. Eg tosi sjálvandi um Beintu Gregersen, leiðara av Virkishúsinum og primus motor fyri Dávavirkið.

Dávavirkið er ein tann mest imponerandi verkætlanin, ið føroyskt tónleikalív hevur sæð. Í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu hava Beintu og hini í Virkishúsinum fingið 8 tipp topp venjingarhøli, við útgerð, ið Beinta hevur fingið sponsorar at rinda.

At tørvurin á hesum hølum var átroðkandi vísir talið av bólkum, sum venja í Dávavirkinum. Líka síðan venjingarhølini lótu dyrnar upp hava umleið 25 bólkar vant her, og talan er um bæði ungar og royndar bólkar. Eisini er væntandi, at nógvir av hesum bólkum vera at síggja á pallum kring Føroyar komandi árini, og kanska onkur av teimum tekur eina Planet komandi ár, hvør veit.”