Beinta er nýggjur vinnari

Tættasta og harvið mest spennandi kappróðurin higartil í dag var tann millum 5-mannaførini við gentur.

Nýggjur vinnari var Beinta úr Miðvági, sum vann sera tætta kapping við Falkin úr Hósvík, sum aftur var ein skut frammanfyri Ørnina úr Sandavági.

Sum tað sæst á myndini, so var tað sera tætt millum teir fremstu.

Sílið, sum vann á Norðoyastevnu, var hesa ferð á fjórða plássi.

 

1 Beinta 05:31.09

2 Falkur 05:31.15

3 Ørnin 05:32.15

4 Sílið 05:33.01

5 Tjaldrið 05:39.17

6 Silja 05:43.02

7 Tambar 05:53.14

 

Støðan

1 Falkur 19

2 Beinta 17

3 Sílið 17

4 Tjaldrið 11

5 Ørnin 9

6 Silja 6

7 Tambar 3

8 Fípan Fagra 2