Beinta er nýggjur leiðari í Dr. Ingridar barnagarði

Í dag tók Beinta Johnsdóttir Danielsen við sum leiðari

Í dag tók Beinta Johnsdóttir Danielsen við sum leiðari í Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarði í Havn. Beinta, sum er 38 ára gomul, er pedagogur og hevur starvast á stovninum síðani 2010. Í 7 ár hevur hon eisini verið álitsfólk.

Dr. Ingridar Barnagarður heldur til á Jóannesar Paturssonar gøtu í Havn. Har er ein stór vøggustovu við 16 børnum, ið eitur Bólið, ein barnagarðsstova við 20 børnum, sum eitur Reiðrið og síðani Látrið, ið er ein stova við teimum 6 ára gomlu.

Har starvast 13 starvsfólk, harav eru seks námsfrøðingar og sjey hjálparfólk.