Tá ið Beinta var liðug við skúlan fór hon til Havnar, og har kom hon í skrivstovulæru á Skipasmiðjuni. Har treivst hon væl.
Tað var skjótt, at Beinta fann saman við Hans Christian Dam, sonur Áslu og Johannes Dam í Havn.
Sum onnur ung høvdu tey hug at fara av landinum at royna veingirnar, og tað fóru tey í 1984. Beint fór roknskaparvegin, og Hans Christian gjørdist verfrøðingur. Í Odense vórðu børnini Ásla og Rósing fødd. Seinni komu tey at búgva á Brøndby Strand.
Tey kom heim aftur, og tá fingu tey dótrina Johanna. Beinta arbeiddi fyrstu árini í Føroya Banka, men fyri 14 árum síðani fór hon at arbeiða á Landsgrannskoðanini. Samstundis helt hon áfram við síni útbúgving og fyri trimum árum síðani gjørdist hon cand.merc.aud, sum er ein tann hægsta útbúgving hjá grannskoðara.
Tá landsgrannskoðarin Leivur Harryson legði frá sær fyri nøkrum árum síðani tók Beinta við eftir hann.
At vera landsgrannskoðari er eitt arbeiði sum krevur sín “mann”. Tað er ikki altíð stuttligt, at skula finnast at viðurskiftum í politisku skipanini. Men hetta kann vera neyðugt, um vit skulu fáa eitt skipað samfelag. Tí er hvør dagur ein avbjóðing, og teimum er Beinta klár til at taka av.
Tey eru níggju fólk, sum arbeiða hjá landsgrannskoðaranum. Tey láta sera væl at Beintu sum stjóra. Hon er dugnalig, og hon hevur ein stóran fakligan førleika, eisini tí hon hevur nógvar royndir.
Beinta leggur eisini dent á at førleikamenna starvsfólkið til dømis við skeiðum. Hurðin er altíð opin inn á hennara skrivstovu. Tað er eisini eitt eyðkenni fyri Beintu, at hon hevur virðing fyri sínum fólki og teirra sjónarmiðum. Er hon ósamd, so er tað altíð við undirbygdari grundgeving. Hetta er tískil eitt alment arbeiðspláss, har trivnaðurin er í lagi.
Hans Christian er stjóri fyri fjarhitafelagið í Havn. Systkini hjá Beintu eru Anna á Torkilsheyggi, Bogi, Ingun Dalbú, Rógvi og Gudny Samuelsen. Tey búgva øll inni í Eysturoynni.
Húskið hjá Beintu er nógv uppi í fimleiki, og sjálv er hon sera virkin innan Fimleikafelagið.
Beinta er burturstødd føðingardagin. Henni verður ynskt tillukku við teimum fimti.
ó.