Henda framsýningin hjá Beintu ber heitið Litir. Hon hevur havt fleiri framsýningar, millum annað í Smiðjuni í Lítluvík.
Hølini hjá Dugna á Hjalla eru væl egnað til slíkar framsýningar, og tað hevur eisini víst seg, at ovurstórur áhugi er fyri at sýna fram her.
Í roynd og veru er áhugin so stórur, at fleiri onnur listafólk standa mestsum í kø fyri at sleppa framat her.
Av hesi orsøk verður framsýningin Litir hangandi upp fram til fríggjadagin 20. apríl.