Í allarbesta veðri og við hópinum av fólki hjástøddum, at dúkaði Beinta Háberg Jacobsen standmynd av Áarstovubrøðrunum.
Nýggja Áartúnið er gjørt í samstarvi millum eigararnar av Áarstovu og Tórshavnar kommunu, og tað er Beinta Háberg Jacobsen, ið hevur latið standmyndina av teimum báðum Áarstovubrøðrunum, Janus og Hans Andrias Djurhuus.
Áartún er gjørt har, sum gamla Áarstova stóð fyrr, og tað er beint oman fyri gamla Hotel Djurhuus, sum nú eitur Áarstova.
Tað er Eyðun Eliasen, arkitektur, sum hevur teknað Áartún, og hann segði í røðu við avdúkanina, at talan var um rættiliga bundna uppgávu, sum hann tó kortini slapp at krúdda.
Heðin Mortensen, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og helt røðu undan arkitektinum, og síðani sang Jensina Olsen sangin »Kongaríkið í Bábylon«, sum Hans Andrias Djurhuus eigur orðini til.
Síðani helt Tórmóður Djurhuus, sum er í ætt við Áarstovubrøðurnar, røðu, har hann stutt greiddi frá ættini, og síðani sang eitt kór undir leiðslu av Leif Hansen »Útlegd« við orðum eftir Janus Djurhuus við satsi eftir Vagn Holmboe.
At enda avdúkaði Beinta Háberg Jacobsen standmyndina av Áarstovubrøðrunum, og síðani avdúkaðu Tórmóður Djurhuus og Heðin Mortensen ein glasvegg, ið er partur av umhvørvinum í Áartúni.










