Beinta av Reyni, Infinity

Fríggjadagin letur framsýningin Infinity hjá Beintu av Reyni upp á Listasavni Føroya.

Fríggjadagin 27. januar kl. 16:00 letur framsýningin Infinity hjá Beintu av 
Reyni upp á Listasavni Føroya. 



Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setur framsýningina, og Guðrið 
Hansdóttir spælir tvey løg. 




Beinta av Reyni verður til ferniseringina, og savnið bjóðar ábit. Øll eru 
vælkomin til hátíðarhaldið á Listasavninum. 


Listasavn Føroya gevur út bókina "Infinity" við tekstum eftir Nils Ohrt og 
Solveig Hanusardóttir Olsen. 
Bókin fæst fyri serpris upplatingardagin. 


Framsýningin er opin til og við 2. apríl 2017. 
Savnið er opið hvønn dag frá kl. 13-16. Mánadagar er stongt.