Beinta & Ingi

Hjúnini Beinta og Ingi fara at borðreiða við einari einklari og inniligari framførslu á Fjarðafestivalinum. Beinta syngur, meðan Ingi spælir gittara og syngur røddir.


- Vit fara at syngja ymiskar kendar sangir sum t.d. ‘How Great Is Our God’ og ‘Shackles’ hjá MaryMary, sigur Beinta, ið ikki smæðist við at greiða frá hví hon syngur:


- Eg elski at syngja og eg havi eina sterka trúgv á Gud, og tí er tað sera natúrligt at sameina hesi bæði; kærleikan til sang og kærleikan til Gud.


Seinastu trý árini hava tey bæði framført nógv í kristnum høpi:


- Vit hava spælt til HMU-konsertirnar, til gospelkonsertir og í samkomum kring landið. Samstundis eru vit ein partur av lovsongstoyminum í Kelduni. Men eg haldi, man kann siga, at hetta er okkara størsta uppgáva higartil.


Tónleikur er ein stórur partur av hjúnabandinum hjá teimum báðum:


- Vit bæði syngja nógv og hava nógv við tónleik at gera í gerandisdegnum, og tað fyllir nógv í okkara heimi. Ella beint nú flyta vit, so har hendir ikki nógv í løtuni, sigur Beinta og leggur aftrat, at í bilinum er altíð nógvur tónleikur, og har verður sungið væl við. Serliga í hesum flytingardøgum.