Seinastu tvey árini hevur Fótbóltsvenjarafelag Føroya, VFF skipa fyri VFF-cup, har fótbóltshugað fólk hava havt møguleikan at síggja tey flestu liðini í effodeildini.
Hetta hevur verið møguligt, tí kappingin er farin fram ein leygardag í Gundadali, har bæði Tórsvøllur, niðari vøllur og ovari vøllur hava verið brúktir til kappingina. HB hevur vunnið báðar VFF Cup kappingarnar higartil
Í ár verður kappingin leygardagin 31. januar, og á hesum sinni taka øll tey 10 liðini lut, sum skulu manna effodeildina 2015. Talan verður um tveir bólkar við fimm liðum. Talan verður um styttri dystir, har venjararnir fáa høvið at skifta nógv út.
Lutakastið um bólkabýtið verður í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 15.40, seinnapartin fríggjadagin. Tá kemur Frankie Jensen frá Venjarafelagnum í Rásarúmið, og har verður so lutakastið, tá báðir bólkarnir til VFF-CUp skulu mannast.
Lutakastið til bólkarnar kemur út á in.fo seinni í dag.










