Føroyar hava enn eina ferð tapt ein undankappingardyst í fótbólti. Hesa ferð var tað á útivølli í Kasakstan. Eftir at óroyndi dómarin úr Kasakstan hevði bríkslað fyri síðstu ferð, sást tað væl, at føroysku spælararnir vóru bæði vónbrotnir og ikki sørt misnøgdir við dómaran, sum fleiri høvdu hug at siga nøkur borgarlig orð.
Føroyar vóru frammanfyri 1-0 í 1. hálvleiki. Málskjútti miðskeiðis í 1. hálvleiki var Fróði Benjaminsen. Liðformaðurin, sum umboðaði føðilandið fyri 75. ferð, smekkaði bóltin upp í nettakið, eftir gott uppspæl í vinstru og fríspæling frá Christiani Lamhauge Holst.
Lítla løtu eftir steðgin varð javnt. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki eftir framlegging í føroyska málteigin. Ein spælari fór um koll, og dómarin mundi halda, at tað var tí, at Rógvi Baldvinsson hevði rent hann um koll. Eftir málið mótmæltu føroysku spælararnir nógv, og tá sá Jónas Tór Næs gula kortið. Tað ber við sær, at hann verður leikbannaður ímóti Týsklandi týskvøldið.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Kasakstan sigursmálið. Tað var eftir framlegging í høgru og snilda temjing, sum samstundis varð fríspæling mitt fyri málinum.
Føroyska liðið var ongantíð niðurspælt, men sum tíðin leið, lá tað ikki so væl fyri at fáa brodd og tyngd í álopspartin.
Tað var ikki stórur munur á liðunum, og tí er einki at siga til, at føroysku spælararnir vóru vónbrotnir. Serliga tá ið havt verður í huga, at útjavnandi málið varð skorað eftir brotsspark, sum tað ikki bar til at staðfesta í endurtøkunum í sjónvarpinum. Og viðmerkjararnir í Rás2 vildu vera við, at hann, sum skoraði sigursmálið, var rangstaddur.
Føroyar og Týskland spæla týskvøldið á Tórsvølli. 11. oktober vitjar Kasakstan í Føroyum.
----
LIÐUGT
2-1
93) føroyskt innlegg úr vinstru endar við, at bólturin fer út til málspark.
91) føroyskt horna í høgru, men einki spurdist burturúr.
4 minuttir lagdir aftrat.
89) Føroyar tiltuska sær innkast frammarlaga í høgru, Jónas Tór Næs tveitir inn fyri málið, men einki kemur burturúr.
87) Eftir langa framlegging og út frá aftur smekkar Christian Lamhauge Holst til úr 18 metrum, men málverjin bjargar.
83) Fínt føroyskt álop. Eftir Kasakstan fríspark temur Páll Klettskarð eftir langt útspark frá Gunnari Nielsen, og eftir síðuskift úr vinstru og í høgru er um reppið, at Páll Klettskarð fær høvdið á, men málverjin er fyrri á bóltinum.
81) Fróði Benjaminsen er nú fremsti miðvallarin, og so eru Súni Olsen og Heini Vatnsdal aftanfyri.
80) Føroyar hava skift tveir spælarar inn: Nýggir á vøllinum eru Páll Klettskarð og Heini Vatnsdal. Av vællinum eru farnir Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson.
78) Hallur Hansson er fluttur inn á meiri sentralt pláss, enn hann hevur verið á.
76) Føroyski miðvøllurin er farin at møðast, og nú hevði verið kærkomið við útskiftingum og umskipingum, so Fróði Benjaminsen fekk meiri stuðul í verjukenda miðvallararbeiðnum.
73) Føroyska liðið hevur trupulleikar at spæla seg fram á mótstøðuhálvuna. Serliga meint rakar tað, at tað ikki eydnast at fáa Christian Lamhauge Holst í lyklaleiklut í álopsspælinum.
70) Nú hevur heimaliðið yvirtikið alt meiri av spælinum, men møguleikarnir hava ikki verið so stórir síðstu løtuna.
64) MÁL MÁL MÁL
So er Kasakstan á odda 2-1. Eftir framlegging – hesa ferð í høgru – og snilda temjing inn fyri málið sendi innskifti spælarin bóltin framvið Gunnar Nielsen. Føroyska liðið hevur ilt við at koma í somu støðu, sum tað kendist vera í 1. hálvleiki. Ov ofta eru sendingarnar óneyvar, og markeringarnar eru ikki so sannførandi.
63) Eftir frísparksinnlegg vóru fleiri av heimamonnunum púra blankir mitt fyri málinum, men liðformaðurin sendi við høvdinum bóltin skeivu megin stólpan, meðan føroysku spælararnir vildu hava dómaran at bríksla fyri rangstøðu. Tað gjørdi hann ikki. Fríspørkini dygst uttanvert brotsteigin eru vandamikil.
60) Nú er tað heimaliðið, sum fyri tað mesta hevur bóltin, og føroyska liðið hevur havt ilt við at varðveita bóltin.
57) Tað er framvegis í vinstru, at Kasakstan leypir mest á. At báðir spælararnir í høgru á føroyska liðnum – Jónas Tór Næs og Hallur Hansson – hava sæð gula kortið ber við sær, at trýstið á føroysku verjuna er størri.
55) Síðani útjavnandi málið hevur heimaliðið havt yvirtak, men nú hava føroyingar reist seg aftur. Eftir framlegging úr vinstru frá Christian R. Mouritsen var Christian Lamhauge Holst í góðari støðu, men skotið varð blokerað til horna.
48) MÁL MÁL MÁL
1-1:
64) MÁL MÁL MÁL
So er Kasakstan á odda 2-1. Eftir framlegging – hesa ferð í høgru – og snilda temjing inn fyri málið sendi innskifti spælarin bóltin framvið Gunnar Nielsen. Føroyska liðið hevur ilt við at koma í somu støðu, sum tað kendist vera í 1. hálvleiki. Ov ofta eru sendingarnar óneyvar, og markeringarnar eru ikki so sannførandi.
Eftir innlegg í føroyska málteigin hevur dómarin úr San Marino bríkslað fyri brotssparki. Støðan var ikki vandamikil, tá ið ein av heimamonnunum fór um koll, og tað er ilt at síggja, hví dómarin dømdi. Brotssparkið varð umsett til mál.
Jónas Tór Næs sá gula kortið fyri at vera ein av mongum, ið mótmæltu. Harvið verður hann ikki við ímóti Týsklandi týskvøldið.
Hallur Hansson sær gult eftir, at føroyingar hava givið bóltin upp.
47) Føroyski liðformaðurin Fróði Benjaminsen hevur eftir samanbrest við mótstøðumann ligið eina løtu á vøllinum, men nú er hann á fótum aftur. Heimaliðið hevur beinanvegin eftir steðgin framt eina útskifting.
------
Síðstsa bríkslið í 1. hálvleiki hevur verið. Støðan er 1-0 til Føroyar. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen skoraði málið við fínum vinstrabeinssparki upp í nettakið, tá ið hálvleikurin var hálvrunnin.
Málið varð skorað í einasta upplagda møguleikanum, sum Føroyar hava havt. Heimaliðið legði bragdligari fyri, og serliga í álopum í vinstru hava teir onkra ferðina spælt seg til málmøguleikar. Í trimum førum hevur talan verið um risa møguleikar, men sera væl upplagdi Gunnar Nielsen í málinum hevur bjargað.
Føroyska liðið hevur á ongan hátt verið undir tí trýsti, sum liðið oftast er undir og serliga á útivølli. Tí er ikki so nógv orka nýtt, sum tað oftast hevur verið. Tað sær gott út undan 2. hálvleiki, men sjálvandi skulu vit á ongan hátt kanna okkum bitan, áðrenn hann er svølgdur!
---
HÁLVLEIKUR
0-1
45) Ein minuttir er lagdur aftrat.
Heimaliðið roynir at leggja trýst á síðstu løtuna undan steðginum, men tað er bara, tá ið Føroyar missa í uppspælinum, at tað verður vandamikið. Fyrst og fremst er tað í høgra verjuborðið hjá føroyska liðnum, at heimaliðið bjóðar av.
42) Tá ið Kasakstan hevur ilt við at spæla seg til upplagdar møguleikar í brotsteiginum, so hevur heimaliðið nú roynt seg við skotum úr stórari fjarstøðu, men tað hevur ikki verið trupulleiki hjá væl upplagda Gunnari Nielsen.
40) So var øgiliga tætt við. Eftir at føroyska liðið misti í høgru, gjørdi heimaliðið skjótt av, og flata innleggið úr vinstru sigldi allan vegin framvið málinum, áðrenn Rógvi Baldvinsson stýrdi bóltin út til horna.
Annars passar leikferðin føroysku spælarunum væl, og tað ber við sær, at tað er yvirskot bæði í verju og álopi.
36) Atli Gregersen hitar upp. Spurningurin er, um Lars Olsen umhugsar útskifting í miðverjuni. Nú er ein løta síðani, at heimaliðið spældi seg í góða støðu frammanfyri føroyska málið. Tað gongur javnt á.
34) Súni Olsen roynir seg við frísparki úr 30 metrum, men bólturin fer dygst framvið stólparótini. Málverjin tóktist tó hava tak á støðuni.
31) Eftir at Jónas Tór Næs kastaði inn frá hornaflagginum endaði tað við skjótum mótálopi. Súni Olsen misti bóltin á brotsteigarmarkinum hjá Kasakstan, og tað var um reppið, at risa møguleiki stóðst í hinum endanum. Og í næsta álopinum var Hallur Hansson í fínari støðu, sum tó endaði við málsparki.
28) Málið kennist hava borið styrkt sjálvsálit til føroysku spælararnar við sær. Tað sást bæði í samanspælinum og í verjuspælinum, tá ið Viljormur Davidsen eftir høgt innlegg úr vinstru við høvdinum tamdi hann aftur til Gunnar Nielsen.
MÁL MÁL MÁL
25)0-1: Fróði Benjaminsen 24.
Eftir besta føroyska uppspælið hava Føroyar lagt seg framum. Liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum er á landsliðnum fyri 75. ferð, smekkar úr tíggju metrum bóltin upp í nettakið eftir sera gott og hugflogsríkt uppspæl!
21) Føroyska liðið gevur sær góðar stundir í sambandi við deyðbóltar. Nú hevur Súni Olsen sent innfyri úr vinstru, men framleggingin var ikki nóg neyv.
19) Føroyska verjan er um ein háls, og enn eina ferð hevur Gunnar Nielsen bjargað okkum. Hesa ferð var tað eftir langa framlegging, at álopsspælarin varð púra leysur. Miðverjan kennist ikki sannførandi, og nú knípir tað at samanspæla á mótstøðuhálvuni.
16) Enn eina ferð endar skjótt heimaálop við fløtum innleggi úr vinstru. Álopsspælarin mitt fyri málinum var blankur, tá ið hann úr sjey metrum stýrdi bóltin ímóti málinum. Gunnar Nielsen stórbjargaði við beinunum. Nú er heimaliðið greitt omaná.
14) Súni Olsen roynir sg við frísparki úr 35 metrum, men bólturin verður blokeraður, og heimaliðið fer í skjótálop, sum endar við føroyskum málsparki.
12) Kasakstan leggur trýst á í vinstru, og nú var vandamikið, tá flatt innlegg kom innfyri, men bólturin varð stýrdur dygst uttanfyri stólparótina.
10) Kasakstan hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið í vinstru, men føroyska liðið ruddar burtur. Føroyingar kennast vera fastir á bóltinum, og sjálvsálitið tykist vera at samanspæla – eisini frammarlaga á vøllinum. Tað sær gott út hesa fyrstu løtuna.
5) Dómarin úr San Marino bríkslar fyri frísparki fyri hands út átjan metrum endurtøkan vísir, at talan er um skeivan dóm.
1) Føroyar geva bóltin upp. Klokkan er 21 í Kaskstan.
Føroyar leggja bragdliga fyri, og Fróði Benjaminsen hevði í fyrsta minutti vandamikið innlegg.
Kasakstan-Føroyar kl. 16.00
Kasakstan: 22 Andrey SIDELNIKOV - 3 Yuriy LOGVINENKO, 5Alexandr KISLITSYN , 6Kairat NURDAULETOV, 8 Viktor DMITRENKO, 11 Nurbol ZHUMASKALIYEV, 18 Dmitriy SHOMKO, 19 Anatoliy BOGDANOV , 20 Sergey KHIZHNICHENKO , 21 Valerij KOROBKIN , 23 Aleksey Shchetkin
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson, Fróði Benjminsen, Súni Olsen, Christian R. Mouritsen - Christian Lamhauge Holst - Jóan Símun Edmundsson.