Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í høllini á Hálsi í dag. Liðini sum kappast eru frá Ljósinum, Havnar Fimleikafelag og Støkk.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja stroymingina hjá KVF
Kappingin byrjar klokkan 13.30 við pinkum og smágentum. Níggju lið koma at kappast. Síðani verður hildið áfram við teimum eldru, har eisini níggju lið kappast klokkan 15.30. Ein lítil steðgur verður ímillum kappingarnar.
Kappingin verður stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF. Tað sæst við at trýsta á pílin á myndini.










