Beinleiðis: Víkingur vann á EB/Streymi

Fyrsta bríksl er klokkan 19.00 í fyrsta dystinum í sekstanda umfari

LIÐUGT

3-1

 

93) 3-1

3-1: Adeshina Lawal

Eftir einmansavrik er tað innskifti Adeshina Lawal, sum staðfestir heimasigurin.

 

90) 2-1

Fimm minuttir lagdir aftrat.

Tað nógva gongur nú fyri seg í og kring EB/Streyma brotsteigin. Ari Ó. Ellingsgaard valdi at spæla til Rógva Egilstoft Nielsen í staðin fyri at royna sjálvur ímóti málinum. Tá ið Rógvi Egilstoft Nielsen smekkaði til, blokeraði heimaverjan.

 

86) 2-1

Víkingur tykist hava hug at toga í bremsuna, og harvið er EB/Streymur meiri í álopsstøðu, meðan Víkingur bíðar eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

 

82) 2-1

GULT KORT: Innskifti Hans Jákup Lervig sær gult fyri fríspark.

Dennis Moreno avloysir Víkinga málskjúttan Philip Djordjevic.

 

81) 2-1

2-1: Philip Djordjevic

Eftir skjótt mótálop aftaná góða støðu til EB/Streym er Philip Djordjevic sentralur, tá ið hann myndar álop og leggur innfyri. Bólturin endar aftur hjá Philip Djordjevic, sum skorar.

 

79) 1-1

EB/Streymur skiftir út: Fríði K. Johansen avloysir Hans Paula Samuelsen.

 

78) 1-1

Víkingur skiftir út: Hans Jákup Lervig avloysir Andreas Lava Olsen.

 

76) 1-1

Víkingur roynir seg fyri tað mesta við longum sendingum fram til Andreas Lava Olsen, sum ofta er í nærdystum við Odd Á. Højgaard.

 

74) 1-1

GULT KORT. Gestur B. Dam hjá EB/Streymi fyri fríspark ímóti Adeshina Lawal.

 

70) 1-1

Nú er tað heimaliðið, sum av álvara pressar fyri at leggja seg á odda.

 

67) 1-1

1-1: Gunnar Vatnhamar

Tað er eftir horna, at Gunnar Vatnhamar stútar bóltin í málið, og so er javnt.

Víkingur skiftir út: Adeshina Lawal avloysir Hans Jørgen Djurhuus.

 

67) 0-1

Fínt Víkinga álop sum endar við, at tað verður spælt út frá til Hanus Jacobsen, sum smekkar til. Rói Zachariasen bjargar til horna. 

 

66) 0-1

Tað nærkast hjá Víkingi. Gunnar Vatnhamar stútar á tvørtræið og so horna, sum einki spyrst burturúr.

 

65) 0-1

Nú var um reppið, at Víkingur javnaði, men tá ið Andreas Lava Olsen royndi seg við skoti, fór bólturin dygst framvið handara stólla.

 

64) 0-1

Nú er púra stilt, klárt og av besta summarveðri í Sarpugerði.

 

61) 0-1

Adrian Cascaval leggur fram, Andreas Lava Olsen er fyrstur á og stútar útfrá til Gunnar Vatnhamar, sum smekkar til, men Rói H. Olsen blokerar.

 

59) 0-1

0-1: Petur Zachariasen

Eftir horna og út aftur leggur Hans Pauli Samuelsen innfyri, og undir málinum er tað miðverjin Petur Zachariasen, sum stýrir bóltin í málið.

 

58) 0-0

EB/Streymur skiftir aftur út: Ari Ó. Ellingsgaard avloysir Jónstein Magnussen.

 

55) 0-0

Víkingur hevur fríspark dygst uttanvert brotsteigarmarkið, og Hanus Jacobsen sendir bóltin omanfyri manngarðin og dygst omanfyri tvørtræið.

 

52) 0-0

Fínt Víkinga álop, sum endar við at Philip Djordjevic leggur innfyri. Har er verjuspælarin Petur Zachariasen, sum beinir bóltin út til horna, sum einki spyrst burturúr.

 

49) 0-0

EB/Streymur skiftir út: Marni Djurhuus avloysir Arnar Dam á miðvøllinum.

 

48) 0-0

Víkingur vinnur horna, men tá ið lagt verður innfyri er Rói Zachariasen hægstur og tekur bóltin.

 

46) 0-0

Teir somu eru á vøllinum, sum vóru tað undan steðginum.

-

Tað kann fara at vísa seg at spæla inn, at Víkingur í seinna hálvleiki fer at hava lotið meiri undan.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

45) 0-0

So var tætt við, at heimaliðið skoraði. Sølvi Vatnhamar var arkitektur, Elias Lervig legði innfyri, og tað var um reppið, at Andreas Lava Olsen skoraði.

 

44) 0-0

Nú verður sparkað meiri og spælt minni. Ferðin er lítil, og tað kennist sum um, at tað verður bíðað eftir hálvleiki.

 

40) 0-0

Fínt EB/Streyma álop. Tá ið tað verður lagt flatt innfyri, er eingin at stýra bóltin í málið. Pætur J. Petersen, Hans Pauli Samuelsen og Leif Niclasen vóru við í samanspælinum.

 

36) 0-0

Nú er tað aftur og aftur tætt við, at Víkingur skorar. Í fyrra førinum var um reppið, at Rói H. Olsen gjørdi sjálvmál. Tað endaði við horna, og tá ið Hanus Jacobsen legði innfyri, var tað um reppið, at Gunnar Vatnhamar skoraði, men bólturin fór omanfyri málið.

 

34) 0-0

Sølvi Vatnhamar roynir seg, og tað verður bjargað til horna. Tá ið lagt verður innfyri, endar bólturin í málinum, men dómarin kolldømir fyri fríspark ímóti málverjanum.

Trýstið ímóti EB/Streyma málinum er stórt nú.

 

29) 0-0

Gongdin er tann sama. Intensiteturin er størri og nærdystirnir fleiri, men málmøguleikarnir eru framvegis fáir og smáir.

 

25) 0-0

Víkingur hevur aftur horna, men heldur ikki hesa ferð varð tað vandamikið. Rógvi Egilstoft Nielsen er stinnastur í brotsteiginum hjá EB/Streymi.

 

20) 0-0

Í skjótum mótálopi er Andreas Lava í sera góðari støðu, eftir at Philip Djordjevic spældi hann leysan. Tað endaði við horna og innleggi, og so stútaði Adrian Cascaval bóltin omanfyri málið.

 

16) 0-0

Framvegis málleyst. EB/Streymur hevur lotið undan, og Víkingur er eitt sindur meiri á bóltinum.

 

10) 0-0

Tað verður framvegis bíðað eftir fyrsta upplagda málmøguleikanum. Higartil hevur tað ikki verið nakar munur á liðunum.

 

00) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Sarpugerði.

 

Víkingur - EB/Streymur kl. 19.00

Dómari: Lars Múller

Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Philip Djordjevic - Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen

EB/Streymur: Rói Zachariasen - Petur Zachariasen, Oddur Á. Højgaard, Rói H. Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Arnar Dam, Gestur B. Dam - Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen, Jónstein Magnussen - Pætur J. Petersen