Ísraelsmenn og palestinar eru farnir undir óbeinleiðis samráðingar um frið. Tað sigur palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat. Tann fyrsti fundurin er í dag millum palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, og George Mitchell, ið er serligur Miðeystur-sendimaður hjá amerikonsku stjórnini. Fundurin er í Ramallah á Vestara Áarbakka.
George Mitchell skal virka sum millummaður millum ísraelsmenn og palestinar, og Saeb Erekat sigur, at talan verður ikki um nakrar beinleiðis samráðingar partanna millum í fyrsta umfari.
Roknað verður við, at øll mál koma á dagsskránna, eisini ósemjan um Eysturjerusalem.










