Kýpros vinnur 20-19.
60: Kýpros fær tveir minuttir útvísing, men kortini eydnast ikki Føroyum at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum. Tað endar við, at Nicklas Selvig skjýtur síðsta skotið í dystinum við fríkasti, men hóast skotið verður avrættað er Nungovitch sum køtturin á strikuni og bjargar. Kýpros vinnur 20-19, og tað er eitt stórt vónbrot.
59: Kýpros hevur møguleikan at spæla tíðina út, men kýpriotar gera óneyðugan tekniskan feil. Føroyar taka eitt síðsta time-out undan seinasta álopinum...
59: Lars Black bjargar aftur, men returin skora kýpriotar uppá - 20-19. Síðani rakar Nicklas Selvig yvirleggjaran, og nú sær svart út hjá føroyingum.
58: Lars Black kemur inn aftur í føroyska málið og hevur eina sera týdningarmikla bjarging. Nú byrja stuðlandi róp at hoyrast í høllini. Allan Norðberg verður spældur leysur á vonginum og hevur møguleikan at leggja Føroyar á odda, men rakar ikki málið.
56: Annað álopið á rað spælir Kýpros á strikuna við tí úrsliti, at kýpriotar vinna brotskast. Brotskastið fer í mál, og nú er 19-18 til Kýpros. Rúni Joensen svarar tó skjótt aftur og javnar til 19-19.
54: Dýr villa av Julian Olsen, sum missir bóltin, tá ið Føroyar skulu í álop. Julian ger tó skaðan góðan í álopinum aftaná og leggur Føroyar á odda 18-17. Í álopinum aftaná ger Tony Weyhe brotskast og fær tveir minuttir. Nýinnskifti Niklas Simonsen fær hondina á, men bólturin fer kotini í mál til 18-18.
51: Lars Black kemur aftur í føroyska málið. Kýpros leggur seg á odda 17-15 við ov løttum máli. Høllin á Hálsi er fullsett, men kortini er nógv ov kvirt í høllini. Rókur Akralíð minkar til 17-16, tá ið hann gagnnýtir, at málverjin hjá Kýpros manglar, tá ið Kýpros missir bóltin í álopinum. Søgan endurtekur seg, tá ið Julian Olsen kastar í tómt mál til 17-17.
48: Kýpros leggur seg á odda 15-13 við brotskasti. Allan Norðberg leypur síðani inn frá høgra vongi og minkar til 15-14. Tað verður tó 16-14, tá ið kýpriotiski vinstri vongur skorar við frálíkum lobbara.
46: Nú eru Allan Norðberg og Rúni Joensen aftur at síggja á ávíkavist høgra og vinstra vongi. Rúni roynir seg úr spískum, men aftur bjargar Nungovitch.
45: Andrias Eriksen rennur púra blankur ímóti málinum, men enn ein kýpriotisk bjarging. Føroyar hava brent eina rúgvu av stórum møguleikum. Kýpros er neyvari og leggur seg á odda 14-13. Føroyska spælið er ikki gott, og leikararnir tykjast heldur fjálturstungnir. Føroyski venjarin, Kári Nielsen, tekur time-out.
43: Ári Dam er nú komin inn í føroyska málið. Tað eydnast Róki Akralíð at fáa bóltin framvið Nungovitch og javna til 13-13. Framvegis lítil og ongin munur, men Føroyar eiga at vinna ímóti hesum kýpriotunum, sum ikki spæla við serliga høgari leikferð.
40: Kýpriotiski málverjin, Christophoros Nungovitch, heldur fram í sama stevið. Hann hevur nú bjargað eini fýra føroyskum royndum í seinna hálvleiki. Enn 12-12.
38: Tað skuldu ganga næstan 38 minuttir, áðrenn Føroyar fingu sínar fyrstu tveir minuttir útvísing. Hana fekk Bogi Gaard Davidsen. Kýpros javnar til 12-12 upp á vunna brotskastið.
37: Kýpros er byrjað at spæla við sjey álopsleikarum, og tað úrslitar í, at kýpriotar minka til 11-10. Hans Eli Sigurbjørnsson skorar til 12-10, men Kýpros svarar skjótt aftur og skorar til 12-11.
34: Nú hilnast betur hjá Føroyum. Hans Eli Sigurbjørnsson økir til 11-8, og eisini er Lars Black komin framúr væl frá byrjan í seinna hálvleiki við trimum bjargingum fyrstu minuttirnar. Tað kundi blivið 12-8, men Nungovitch bjargar brotskasti frá Julian Olsen. Ringa gongdin hjá Kýpros ger, at kýpriotar taka time-out longu eftir fýra minuttir av seinna hálvleiki.
33: Lars Black bjargar í málinum, og í hinum endanum endar skjótt, føroyskt álopsspæl við, at Tony Weyhe økir til 10-8. Andrias Eriksen sleppur eisini leysur, men kastar væl omanfyri.
31: Seinni hálvleikur er byrjaður. Føroysku vongarnir eru skiftir út. Andrias Eriksen er komin inn á høgra vong, meðan Bogi Gaard Davidsen er komin inn á vinstra vong.
30: Hálvleikur. Ein av teimum stinnu hjá Føroyum, Rókur Akralíð, verður spældur leysur á strikuni og javnar til 8-8. Sum síðsta hending leggur Niclas Selvig Føroyar á odda 9-8 við gróthørðum skoti, sum vælleikandi Nungovitch møguliga burdi bjargað. Liðið hjá Kýpros er onki at reypa av, og tí er at vóna, at Føroyar megna at hála sigurin heim í seinna hálvleiki.
28: Hjalti Mohr Jacobsen verður á fyrsta sinni skiftur inn at skjóta brotskast, men hann skjýtur omanfyri. Ístaðin økir Kýpros til 7-6. Nungovitch bjargar enn einaferð skoti - hesaferð hjá Tony Weyhe. Føroyar javna tó, tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson verður sendur avstað í snarálopi.
25: Venjarin hjá Kýpros fær gult kort fyri kjaftaslit. Fyri aðru ferð í dystinum brennir Hans Eli Sigurbjørnsson upplagdan málmøguleika, og harvið er framvegis 6-6. Kýpros tekur time-out.
23: Rókur Akralíð og Niclas Selvig koma báðir ígjøgnum, men í báðum førum bjargar kýpriotiski málverjin, Nungovitch. Føroyingar skora tó til 6-6, tá ið Rókur Akralíð verður spældur leysur.
20: Julian Olsen og Allan Norðberg eru komnir inn. Tey fáu málini siga alt um, at dysturin hevur ikki verið serliga væl spældur. Kýpriotiska liðið er ikki ræðandi, men kortini á odda 6-5.
18: Eftir enn ein føroyskan avbrennara hevur Lars Black eina góða bjarging. Eftir málturk í nakrar minuttir eydnast tað Niclas Selvig at minka til 5-4.
15: Helgi Hoydal hevur fingið ilt í knæið og er eisini farin út við skaða. Nú spælir Tony Weyhe í bæði verjuni og í álopinum á strikuni. Føroyar hava ilt við at koma ígjøgnum verjuna hjá Kýpros. Kýpros leggur seg á odda 5-3 við brotskasti.
12: Føroyska verjan er ov ótøtt. Hans Eli Sigurbjørnsson javnar til 3-3, men í hinum endanum er víðopið í føroysku verjuni. 4-3 til Kýpros.
08: Kýpriotiski málverjin er komin væl frá byrjan og hevur longu havt fýra bjargingar. Kýpros leggur seg á odda 3-2. Rókur Akralíð er fyribils farin út, tí hann fekk ein snudd í andlitið. Inn fyri hann er komin Helgi Hoydal.
05: Nicklas Selvig skorar fyrsta føroyska málið, men Kýpros leggur seg skjótt aftur á odda 2-1. Ikki tann besta føroyska byrjanin.
02: Kýprioti verður spældur leysur á strikuni og skorar til 0-1. Í álopinum frammanundan brenna bæði Tróndur Kragesteen og Rókur Akralíð.
01: Tony Weyhe kemur inn í verjustøðu fyri Trónd Kragesteen.
00: Hesir sjey byrja inni hjá Føroyum:
Í mál: Lars Larsen Black
Vinstri vongur: Hans Eli Sigurbjørnsson
Vinstri bakkur: Rúni Joensen
Spælskipari: Tróndur Kragesteen
Høgri bakkur: Nicklas Selvig
Høgri vongur: Kjartan Johansen
Strika: Rókur Akralíð
So er enn einaferð undankapping í manshondbólti í høllini á Hálsi á skránni. Eftir bragdið hjá U21-landsliðnum farna vikuskiftið, har hondbóltsdreingirnir spældu seg til HM-endaspælið í Algeria, er tað A-landsliðið hjá monnum, sum eigur tørn. Føroyar eru í EM-undan-undankappingarbólki við Kýpros og Grikkaland. Kvøldsins mótstøðulið hjá føroyska liðnum er Kýpros.
Dysturin byrjar nú klokkan 20. Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður.
Føroyski hópurin er hesin:
Málmenn:
Lars Larsen Black, ÍF Føroyar
Ári Egason Dam, H71
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Útileikarar:
Rókur Akralíð, ÍF Føroyar
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Tony Hammer Weyhe, KÍF
Bogi Gaard Davidsen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Allan Norðberg, StÍF
Andrias Eriksen, VÍF
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
Julian Olsen, VÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF