Á tíðindafundi fyri løtu síðani greiddi løgmaður frá, at landsstýrið hevur fyrireikað ein hjálparpakka í sambandi við coronavirus.
Løgmaður greiddi frá, at vit hava ikki eina búskaparkreppu, men at vit eru í einari heilsukreppu. Kortini er neyðugt við einum hjálparpakka, soleiðis at starvsfólk ikki óneyðugt verða send til húsar.
Stór óvissa var í privatu vinnuni, segði løgmaður, og nógvar fyritøkur vita ikki, hvat støðan hevur at siga fyri framtíðarvirksemi teirra.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, Helgi Abrahamsen og Jørgen Niclasen, landsstýrisfólk í ávíkavist almannamálum, innlendismálum og fíggjarmálum, greiða í løtuni frá broytingunum á tíðindafundi, ið hoyrist beinleiðis í Kringvarpinum.