Beinleiðis stroyming: Fram Reykjavík-Giza Hoyvík

Klokkan 21.15 byrjar dysturin í Reykjavík, har Giza Hoyvík er á venjingarlegu í hesum døgum

TRÝST á HESA leinkuna á Facebook: https://www.facebook.com/GizaHoyvik/

 

Har ber til at fylgja venjingardystinum millum eykaliðið hjá Fram Reykjavík og føroyska 1. deildarliðið, Giza Hoyvík, sum saman við AB og B68 skal stríðast um at vinna sær uppflyting upp í effodeildina komandi kappingarár.

 

Á myndini síggjast venjararnir Frankie Jensen og Símun Eliasen geva spælarunum hjá Giza Hoyvík tær seinastu vegleiðingarnar áðrenn dysturin fer í gongd.

 

Fríggjakvøldið vann Giza Hoyvík 3-1 á U19 liðnum hjá Breiðablik.