Beinleiðis steypafótbóltur á FM1 frá klokkan 15

Fótbóltspanelið verður endursent millum 13 og 15. Steypafinalan Víkingur-HB byrjar klokkan 16

Seinnapartin klokkan 16 verður seinasti fótbóltsdysturin í kappingarárinum 2020 leiktur.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein steypafinala leikt í adventuni. Korona er sjálvandi orsøkin til tað.

FM1 sendir fótbólt frá klokkan 13. Skráin er hendan:


Klokkan 13 til 15: Fótbóltspanelið frá fríggjadegnum verður endursent. Gestir vóru Jákup Ósá og Leivur Frederiksen, har Betrideildin og steypafinalan vóru umrødd.


Klokkan 15: Upptakt til steypafinaluna millum Víking og HB. Tróndur Arge prátar við fólk á Tórsvølli. Vit hoyra minnisbrot frá øðrum steypafinalum millum Víking og HB, og hoyra hæddarpunkt frá dystunum hjá Víkingi og HB í kappingini um løgmanssteypið í ár.


Klokkan 16: Beinleiðis frásøgn: Víkingur-HB. Tróndur Arge sigur frá og Teitur Joensen verður viðmerkjari. Sendingin "Triði Hálvleikur" fer í gongd tá dysturin er liðugur, og er í gongd so leingi fólk frá vinnandi felagnum eru at práta við.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo tíðliga í kvøld.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá steypafinaluni millum Vìking og HB. Myndatema og samanumtøka kemur eisini út á in.fo.