Beinleiðis: Stórur dramatikkur og AB er í hálvfinaluni

EB/Streymur megnaði bara at umseta eitt brotsspark til mál í brotssparkskappingini. Hoyr eisini hæddarpunktini hjá Rás2

Fyri aðru ferð í søgu felagsins hevur AB í kvøld kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið. Eftir at EB/Streymur í hálvleikinum var frammanfyri 2-0, eydnaðist tað AB at svara aftur og at javna til 2-2.

 

Støðan var 2-2 eftir longda leiktíð, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Í henni vóru argjamenn væl stinnari. Teir skoraðu uppá øll trý skotini. EB/Streymur skoraði eitt mál, í eini roynd varð bólturin sendur upp um málið, í aðrari roynd endaði bólturin á samankomingini, og tá so Heðin Stenberg í AB málinum bjargaði fjórða EB/Streyma sparkinum var tað greitt, at AB fer at halda fram í kappingini.

 

AB hevur einaferð áður verið í hálvfinaluni í steypakappingini. Tað var í 2009. Tá var mótstøðuliðið júst EB/Streymur. Fyrra hálvfinalan var á Argjum, og úrslitið var 1-1. Á Eiði vann EB/Streymur 4-1. Bárður Olsen, sum nú er AB miðvallari, skoraði eitt mál fyri EB/Streym, og Sorin Anghel, sum nú er venjari á Argjum, skoraði eitt av EB/Streyma málinum.

Tað árið - í 2009 - tapti EB/Streymur ólavsøkudag steypafinaluna 3-2 ímóti Víkingi. 

 

Í morgin vera hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar:

B36 - Skála kl. 14.00

Víkingur - Suðringar kl. 15.00

HB - B71 kl. 17.00

 

Sunnudagin hittast AB og EB/Streymur aftur á Argjum. Tá verður tað í landskappingini.

 

Miðlahúsið hevur fylgt við á Rás2, við beinleiðis frásøgn her á in.fo og Álvur Haraldsen, myndamaður, er á Argjum. Hann hevur lagt myndarøð inn her á in.fo undir myndasavn.

 

AB - EB/Streymur 2-2 (0-2) brotssparkskapping 3-1

0-1: Pætur J. Petersen 2.

0-2: Rógvi Egilstoft Nielsen 41.

1-2: Tóki á Lofti 48.

2-2: Sørin Samuelsen 83.

Brotssparkskapping

EB/Streymur leggur fyri.

0-1: Ragnar Danielsen

1-1: Bárður Olsen

1-1: Marni Djurhuus sendir bóltin á samankomingina

2-1: Jónas Stenberg

2-1: Rói H. Olsen sendir bóltin uppum málið

3-1: Tóki á Lofti

3-1: Pætur J. Petersen roynir seg, og Heðin Stenberg í AB málinum bjargar

Dómari: Petur Reinert

AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Sørin N. Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Bjarki Skála (Beinir Henriksen, 77.) - Tóki á Lofti, Rasmus Dan Sørensen (Filip í Liða, 43.), Bjarki C. Nielsen – Bartal S. Petersen (Teitur D. Olsen, 63.)

Gult kort: Bjarni Skála, Jákup Pauli Breckmann

Venjari: Sorin Anghel

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar Danielsen, Oddur Á. Højgaard (Andras Olsen, 46.), Petur Zachariasen, Gestur B. Dam – Marni Djurhuus, Arnar Dam (Rói H. Olsen, 60.) – Pætur J. Petersen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Hans Pauli Samuelsen - Ari Ó. Ellingsgaard (Arnbjørn Hansen, 86.)

Gult kort: Rói H. Olsen, Gestur B. Dam

Venjari: Heðin Askham

 

---

120) 2-2

LIÐUGT

Nú verður brotssparkskapping fyrireikað.

 

119) 2-2

Liðini fyrireika seg til at tað skal avgerast í brotssparkskapping, hvat av liðunum skal halda fram í hálvfinaluni.

 

115) 2-2

Tað er nær við og næstan støður, men talan hevur ikki verið um upplagdar møguleikar.

Nú hevði EB/Streymur góðan møguleika, tá ið EB/Streyma miðverjin Andras Olsen stakk seg upp og eftir horna stútaði bóltin, sum fór omanfyri AB málið.

 

108) 2-2

Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin kennist tað sum um, at teir á heimaliðnum orka meiri enn gestirnir, nú teir hava runnið og stríðst í 108 minuttir.

 

HÁLVLEIKUR

Tað er bara steðgur í eina lítla løtu, og so verður farið undir síðsta korterið. Um støðan ikki broytist, so verður tað avgjørt í brotssparkskapping, hvat av liðunum skal halda fram í hálvfinaluni.

 

105) 2-2

 

103) 2-2

GULT KORT. Gestur B. Dam hjá EB/Streymi.

 

101) 2-2

Kanska orka teir í AB betri at renna, men tað sæst, at teir á EB/Streyma liðnum eiga fleiri royndir. Nú er langt síðani upplagdan málmøguleika.

 

97) 2-2

Spælararnir eru troyttir. Tað sást aftur í, at nú eru avgerðirnir ikki altíð so skilagóðar.

 

94) 2-2

Tað er AB, sum fyri tað mesta er í álopsstøðu.

 

91) 2-2

So fór bólturin á rull aftur. AB hevur lotið undan í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini.

 

90+2) 2-2

Petur Reinert hevur bríkslað, og nú fyrireika liðini seg til at spæla longda leiktíð, sum er tvær ferðir fimtan minuttir.

Higartil hevur tað verið sera ferðmikið og undirhaldandi.

 

90) 2-2

Tveir minuttir lagdir aftrat.

 

90) 2-2

EB/Streymur er nú meiri á bóltinum. Kanska er tað tí, at AB hevur tikið seg eitt sindur aftur. Tað bíðar eftir øllum tvær ferðir eitt korter aftrat hjá hesum báðum, sum sunnudagin skulu spæla aftur á Argjum - í landskappingini.

 

85) 2-2

EB/Streymur skiftir út: Arnbjørn Hansen verður settur í álopið í staðin fyri Ara Ó. Ellingsgaard.

 

83) 2-2

2-2: Sørin Samuelsen

Eftir horna úr vinstru, sum Filip í Liða tók sær av, var tað Sørin Samuelsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið. Alt er púra opið, og tað kann væl vera, at tað verður neyðugt við longdari leiktíð.

 

75) 1-2

AB skiftir út: Beinir Henriksen verður settur inn í miðverjuna. Sørin Samuelsen verður fluttur fram á miðvøllin, og av vøllinum fer Bjarni Skála.

 

73) 1-2

AB leggur nógv fyri. Tað er stutt millum spentu støðurnar í EB/Streyma brotsteiginum, og nú brast bólturin í stólpan aftanfyri EB/Streyma málverjan.

Í skjótum mótálopum er EB/Streymur vandamikið. Hetta er sera undirhaldandi.

 

71) 1-2

GULT KORT. Rói H. Olsen hjá EB/Streymi.

 

69) 1-2

AB missir í uppspælinum. Hans Pauli Samuelsen spælir fram til Ara Ó. Ellingsgaard, sum smekkar til, men Heðin Stenberg bjargar. AB leggur øgiliga nógv fyri í álopspartinum.

 

68) 1-2

Tað er AB, sum pressar. Heimaliðið spennir álopsbogan. Nú var tað miðverjin Árni G. Olsen, sum sneiddi seg ígjøgnum og tiltuskaði sær horna, sum tað einki spurdist burturúr.

 

67) 1-2

Filip í Liða hevur verið eyðsýndur, síðani hann varð skiftur inn í framrættað pláss á AB liðnum. Nú var um reppið, at hann sneiddi seg leysan, men tað kiksaði, og lítla løtu seinni varð dømt fríspark ímóti honum, tá ið hann var um at sneiða seg leysan.

 

62) 1-2

AB skiftir út: Av vøllinum fer Bartal Petersen, og í hansara stað verður settur Teitur Debes Olsen.

 

60) 1-2

Tað er øgiliga ferðmikið fyrstu løtuna eftir steðgin, tá ið AB hevði minkað um munin.

AB er leikliga omaná.

Nú fór Arnar Dam av vøllinum, og inn á EB/Streyma miðvøllin verður settur Rói H. Olsen. Bárður Olsen á AB miðvøllinum og Rói H. Olsen á EB/Streyma miðvøllinum eru brøður.

 

52) 1-2

Lotið er frískari nú, enn tað var í fyrra hálvleiki.

EB/Streyma miðvallarin Arnar Dam er skaðadarvaður, og verður ivaleyst skiftur út.

 

48) 1-2

GULT KORT. Rógvi Egilstoft Nielsen hjá EB/Streymi fyri at standa ov nær, tá ið AB kastar inn.

 

47) 1-2

1-2: Tóki á Lofti

Bólturin dettur fyri føturnar á miðvallaranum, sum smekkar til, og bólturin situr í netinum.

 

46) 0-2

Miðverjin Oddur Á. Højgaard hjá EB/Streymi er ikki komin á vøllin aftur eftir steðgin. Í hansara stað er settur Andras Olsen, sum nú mannar miðverjuna saman við Petur Zachariasen.

 

HÁLVLEIKUR

0-2

Tað er hálvleikur á Argjum, har fyrsta fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið er í kvøld. EB/Streymur er gestur hjá AB, og tað eru gestirnir, sum eftir fyrra hálvleik eru frammanfyri 2-0. Pætur J. Petersen skoraði beinanvegin, og fimm minuttir undan steðginum var tað Rógvi Egilstoft Nielsen, sum økti til 2-0.

Harvið er tað EB/Streymur, sum hevur kós ímóti hálvfinaluni.

Eina góða løtu hevði AB fatur á spælinum. Argjamenn vunnu nógvar nærdystir, men teir eru ikki nóg neyvir, tá ið avgerandi sendingin skal leggjast.

Í seinna hálvleiki fer AB at hava lotið undan.

 

45) 0-2

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

42) 0-2

Væl upplagdi Rasmus Dan Sørensen hjá AB fer skaddur av vøllinum. Dygst frammanundan royndi hann seg við langskoti, og bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Róa Zachariasen í EB/Streyma málinum.

Filip í Liða avloysir Rasmus Dan Sørensen.

 

41) 0-2

0-2: Rógvi Egilstoft Nielsen

Eftir horna og innlegg frá Pæturi J. Petersen er tað EB/Streyma liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen, sum stýrir bóltin í málið. Nú verður brekkan brøtt hjá AB.

 

40) 0-1

Síðstu løtuna hevur EB/Streymur aftur verið væl við. Bestu royndina hevði Rógvi Egilstoft Nielsen, tá ið hann royndi seg við langskoti, men Heðin Stenberg bjargaði uttan stórvegis hóvasták.

 

36) 0-1

GULT KORT. Bjarni Skála hjá AB fyri at toga í troyggjuna hjá Rógva Egilstoft Nielsen.

 

35) 0-1

EB/Streymur er framvegis á odda við málinum, sum Pætur J. Petersen skoraði beinanvegin. Síðstu stóru løtuna hava argjamenn verið sera raskir. Teir vinna flestu nærdystirnar, men trupulleikin er, at síðstu sendingarnar inn undir málið eru ikki so neyvar.

 

30) 0-1

Eitt annað vápn í álopsspælinum hjá AB eru longu innkøstini hjá Rasmus Dan Sørensen.

 

26) 0-1

Serliga eyðsýndur í framrættaða partinum hjá AB er Bjarki Nielsen, sum í høgru bjóðar av ein ímóti einum og oftast eydnast honum at spæla seg til baklinjuna. Hann vinnur aftur nú horna, men tað spyrst einki meiri burturúr.

 

22) 0-1

AB roynir at pressa mótstøðuliðið frammarlaga á vøllinum. Tað eydnast ofta, og harvið eru tað nú oftari enn fyrstu løtuna vandamiklar støður í og kring EB/Streyma brotsteigin.

 

19) 0-1

Tað er lívligt, og tað gongur skjótt. Nú spældi Pætur J. Petersen Ara Ó. Ellingsgaard, sum er fremsti maður hjá gestunum, leysan. Hann smekkaði til, men Heðin Stenberg í AB málinum bjargaði lættliga.

 

17) 0-1

AB bítur frá sær. Nú var Bjarki Nielsen spældur leysur í vinstru, men skotið var ikki nóg kraftmikið.

 

15) 0-1

AB hevur horna fyri aðru ferð. Sørin Samuelsen er púra leysur við nærra stólpa, tá ið hann roynir at stúta, men hann fær ikki ferð á bóltin.

 

11) 0-1

AB hevur fótað sær og er nú ofta á bóltinum, sum teir sasmanspæla væl. Trupulleikin er, at tað ikki er so nógvur broddur í frammarlaga á vøllinum, og at kvaliteturin ikki er so góður í innleggunum.

 

07) 0-1

Gestirnir hava higartil verið greitt omaná.

 

03) 0-1

0-1: Pætur J. Petersen

Tað gekk øgiliga skjótt. AB misti í uppspælinum, bólturin varð lagdur fram til Pætur J. Petersen, sum er eitt sindur til høgru á framrættaða EB/Streyma miðvøllinum, var í góðari støðu, tá ið hann smekkaði bóltin í AB málið. Gestur B. Dam spældi hann leysan.

 

01) 0-0

Ikki so nógvir áskoðarar enn. AB hevur heilt lítla lotið ímóti í fyrra hálvleiki.

 

00) 0-0

Merkisvert er tað, at hesi liðini hittast aftur longu sunnudagin, tá ið tað verður í landskappingini og á sama vølli.

 

00) 0-0

Hóast tað nógva staðni er fitt av vindi, so eru líkindini lutfalsliga góð at spæla fótbólt inni í Vika á Argjum, har lotið er millum lítið og einki.

 

AB – EB/Streymur

Dómari: Petur Reinert kl. 18.00

AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Sørin N. Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Bjarki Skála - Tóki á Lofti, Rasmus Dan Sørensen, Bjarki C. Nielsen – Bartal S. Petersen

Venjari: Sorin Anghel

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar Danielsen, Oddur Á. Højgaard, Petur Zachariasen, Gestur B. Dam – Marni Djurhuus, Arnar Dam – Pætur J. Petersen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Hans Pauli Samuelsen - Ari Ó. Ellingsgaard

Venjari: Heðin Askham