Mótið var gott, og vánirnar vórðu roknaðar at vera góðar. Í dag varð farið undir nýggja EM undankapping fyri U-21 landsliðið. Føroysku spælararnir hava á U-19 landsliðnum víst, at teir eru stinnir, og við teirra royndum í huga og við tí í huga, at Kasakstan ikki verður roknað at vera gott mótstøðulið, so var orsøk hildin at hava gott mót.
Tí var tað stórt vónbrot, at gestirnir vunnu 3-1. Longu í øðrum minutti lá bólturin í føroyska netinum eftir innlegg úr høgru og ikki sannførandi verjuspæl.
Fram ímóti steðginum mentist føroyska spælið, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagdar møguleikar.
Í seinna hálvleiki gekk javnt á, inntil kloddamál bar við sær, at gestirnir løgdu seg framum 2-0.
So spentu føroyingaranir álopsbogan, og lítla løtu undan leikloki eydnaðist tað innskifta Stefan Radosavljevic við fínum máli at minka um munin og harvið at fáa spenning í aftur.
Fram ímóti dystarenda spentu føroyigarnir álopsbogan í botn, og hann brast, tí Kasakstan økti um leiðsluna til 3-1.
95) 1-3
LIÐUGT
94) 1-3
1-3: Propokenko
Føroyar spenna álopsbogan í botn, og hann brestur.
90) 1-2
Fýra minuttir lagdir aftrat.
87) 1-2
Føroyar skifta út: Hugin Samuelsen avloysir Janus Svabo Samuelsen.
86) 1-2
1-2: Stefan Radosavljevic
Hann hevur bara verið lítla løtu á vøllinum, og nú hevur innskifti Stefan Radosavljevic minkað um munin.
77) 0-2
Føroyar skifta út: Lukas Giessing avloysir Mads Mikkelsen.
77) 0-2
Føroyar skifta aftur út: Stefan Radosavljevic avloysir Magnus Holm Jacobsen.
69) 0-2
Føroyar skifta út: Andras Johansen avloysir Ólavur Niclasen.
68) 0-2
0-2: Bachek 68.
So øktu gestirnir um leiðsluna við kloddamáli. Bólturin rakk akkurát innum strikuna.
65) 0-1
Føroyingarnir hava hug at leggja meiri fyri í álopspartinum.
62) 0-1
Ólavur Nicalsen roynir seg við fínum langskoti úr 23 metrum, og málverjin bjargar.
60) 0-1
Føroyskit fríspark frá baklinjuni í vinstru, og eftir innlegg verður tað stútað ímóti málinum, men bólturin fer væl omanfyri málið.
56) 0-1
Kasakstan vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.
53) 0-1
Føroyar vinna horna í vinstru, og støðan er í eina løtu spent, áðrenn gestirnir megna at rudda bóltin burtur.
46) 0-1
Teir somu spælararnir eru á vøllinum, sum vóru tað undan steðginum. Føroyingarnir geva bóltin upp.
HÁLVLEIKUR
0-1
Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava nógv at tosa við spælararnar um, nú teir rinda møðina og leggja ráð um, hvussu tað skal vera í seinna hálvleiki.
Fleiri av føroysku eykamonnunum hava hitað upp.
45) 0-1
Ein minuttir lagdur aftrat.
41) 0-1
Føroyska liðið hevur síðstu løtuna havt gott tak á bóltinum, men tað verður framvegis bíðað eftir upplagda møguleikanum.
37) 0-1
Fínt føroyskt uppspæl í vinstru, og eftir innleggið er støðan spent í brotsteiginum, áðrenn verjan hjá Kasakstan ruddar burtur.
36) 0-1
GULT KORT: Seidakhmet fyri at royna at filma seg til brotsspark.
31) 0-1
Føroyar vinna fyrsta hornasparkið, sum Adrian Justinussen tekur sær av í høgru. Tað verður roynt við stútara, men málverjin hevur ongar trupulleikar.
27) 0-1
Kasakstan er í langa løtu á bóltinum, meðan føroyingarnir eru í verjustøðu og renna aftaná. Talan er ikki um spentar støður frammanfyri málini.
20) 0-1
Aftur er tað um at verða heilt galið í føroyska verjuspælinum. Eftir føroyskt álop, sum var um at verða vandamikið, verður bólturin spældur fram á føroysku hálvuna, har málverjin Silas Eyðbjørnsson akkurát er skjótari enn álopsspælarin, sum annars er púra leysur. Silas heilkiksar, tá ið hann roynir at sparka bóltin burtur, men hann rakar mótstøðumannin, sum dettur. Dómarin tigur.
18) 0-1
GULT KORT: Magnus Holm Jakobsen fyri neyðbremsu, tá ið støðan var um at verða heilt vandamikil í skjótum mótálopi.
15) 0-1
Besta føroyska álopið higartil endar við, at Adrian Justinussen roynir seg við skoti úr brotsteigarsamankomingini í høgru, og bólturin fer omanfyri málið.
11) 0-1
So høvdu føroyingarnir fyrstu royndina. Eftir innlegg úr vinstru var tað Jákup B. Andreasen, sum royndi seg við stúrara, men bólturin fór væl omanfyri málið.
10) 0-1
Kasakstan vinnur fyrsta horna, men tað endar við málsparki eftir innleggið úr vinstru. Føroyar hava ikki enn verið í brotsteiginum hjá gestunum.
06) 0-1
Føroyska verjuspælið er lítið sannførandi. Nú vóru mótstøðumenninir aftur í fínari støðu, og Silas Eyðsteinsson bjargaði.
03) 0-1
Hetta var ógvuslig spann av vatni í andlitið á føroysku spælarunum, sum ikki tóktust vera klárir, tá ið bólturin lá í føroyska málinum.
02)
0-1: Bakhtiyarov 2.
Eftir innlegg úr høgru verður bólturin fluktaður í málið. Ikki sannførandi føroyskt verjuspæl.
01) 0-0
Kasakstan verjir eystara málið, og gestirnir geva bóltin upp.
00)
Spælararnir minnast í tøgn fyrrverandi UEFA forsetan Lennart Johannson úr Svøríki, sum doyði ígjár.
00)
Føroyar og Kasakstan spæla klokkan 17 fyrsta dystin í nýggju EM undankappingini.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Svangaskarði.
Føroyar – Kasakstan kl. 17.00
Silas Eyðsteinsson – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Viktor Henriksen, Ólavur Niclasen – Magnus Holm Jakobsen, Jákup B. Andreasen – Adrian Justinussen, Janus Svabo Samuelsen, Pætur Petersen – Mads B. Mikkelsen.
Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Pætur Hentze, Hugin Samuelsen, Lukas G. Giessing, Arnbjørn Svennsson, Stefan Radosavljevic, Gilli Samuelsen og Steffan Løkin.