Nú klokkan 18.00 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har Ransin N. Djurhuus verður dómari, tá ið B36 og NSÍ fara at spæla framskundaða dystin, sum sambært skránni skuldi verið spældur sunnudagin 27. august. At hann verður spældur í kvøld kemst av, at hesi bæði liðini – B36 og NSÍ – skulu spæla steypafinalu leygarkvøldið 26. august.
Nú liðini eru farin undir upphitingina, er tað greitt, at tríggir av teimum átta, ið hava verið oftast á NSÍ liðnum higartil í ár, ikki eru við í kvøld. Talan er um vongverjan í høgru Bárð J. Hansen og framrættaða síðuspælaran í høgru Árna Frederiksberg. Teir eru báðir so mikið skaðadarvaðir, at teir eru ikki førir fyri at spæla í kvøld.
Triði maðurin, sum ikki er tøkur í kvøld, er miðvallarin Betue Hansen, sum tað ikki ber til hjá at spæla í kvøld orsaka av persónligum orsøkum.
At tríggir av royndu monnum ikki eru við ber møguleikar fyri aðrar at vera millum teir fyrstu ellivu. Ein teirra er Mórits Heini Mortensen, sum ongantíð fyrr í ár hevur verið millum teir fyrstu ellivu.
Á NSÍ liðnum eru í kvøld: Símun Rógvi Hansen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Jan Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Mórits Heini Mortensen, Petur Knudsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen og Klæmint A. Olsen.
Á NSÍ beinkinum eru Karstin Hansen, Haraldur R. Højgaard, Jonleif Højgaard, Pætur Hentze, Hans Marius Davidsen og Andri Benjaminsen.
B36 liðið er soleiðis mannað í kvøld: Tórður Thomsen, Høgni Eystsuroy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard, Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen, Christian R. Mouritsen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard Olsen og Patrik Johannesen.
Á B36 beinkinum eru Rói Mørk Hentze, Gestur Bogason Dam, Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson og Magnus Holm Jacobsen.
Fyrsta bríksl verður klokkan 18, og tað ber til at fylgja gongdini her á in.fo
http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match