Fótbólturin í bestu deildini rullar í kvøld. Talan er um tríggjar teir síðstu dystirnar í Betri deildini.
Tveir dystir í 20. umfari vóru fyri einari viku síðani, tá ið HB vann 4-1 á útivølli ímóti 07 Vestur, og tá ið B36 vann 2-1 á heimavølli ímóti KÍ.
Teir báðir dystirnir vóru avgreiddir fyri einari viku síðani, tí B36 og HB nú leygarkvøldið fara at spæla finalu um løgmanssteypið.
Fyrsta bríksl í kvøld verður í Sarpugerði klokkan 17.30, og síðsta bríksl verður í Hólmanum á Eiði, har bólturin fer á rull klokkan 19.00
Í kvøld er skráin henda:
EB/Streymur – Skála: Bjarki Danielsen kl. 19.00
Víkingur – Suðringar: Joni Hyytia kl. 17.30
AB – NSÍ: Petur Reinert kl. 18.00
Beinleiðis frásøgn á in.fo