Beinleiðis: Kyndilskvinnur sigraðu

Beinleiðis tekstfrásøgn frá steypafinaluni hjá kvinnum

60: 21-26

 

Dysturin er liðugur, og Kyndil er steypavinnari! Seinastu løtuna fór ferðin eitt sindur úr dystinum, tí alt var avgjørt orsakað av málmuninum. Seinasta málið í dystinum skoraði Turið Arge Samuelsen, sum slerdi sigurin hjá kyndilskvinnum fastan.

 

58: 21-25

 

Neistin ger dýran álopsfeil. Í álopinum eftir leggur Súna Krossteig Hansen Kyndil á odda við fýra málum. Gott lag er á kyndilsviðhaldsfólkunum, og nú byrjar finalan at tykjast avgjørd. Samstundis brennir Marjun Danberg hjá Neistanum. 

 

56: 21-24

 

Turið Arge leypir inn frá vonginum og økir til 24-21 til Kyndil. Nú hevur Neistin tikið eitt síðsta time-out í royndini at bjarga sær frá steypafinalutapi.

 

55: 21-23

 

Neistakvinnur brenna illa á Maju Dragoljubovic, meðan Kyndil hevur lættari við at skora síni mál. Við tveimum málum frá Marjuni Danberg seinastu løtuni eru neistakvinnur tó framvegis við, nú farið verður inn í seinastu løtuna av dystinum. Kyndil framvegis á odda.

 

52: 19-22

 

Kyndil økir. Súna Krossteig Hansen brýtur væl ígjøgnum og skorar. Í hinum endanum brennir innskifti høgri vongurin hjá Neistanum, Fríða á Dunga, tá ið hon skjýtur við síðuna av. 

 

50: 19-21

 

Aftur hava neistakvinnur møguleikan at minka munin niður í eitt mál, men Maja Dragoljubovic bjargar skoti hjá Biritu Ingolfsdóttir. Seinastu tvey málini hava ávíkavist Súna K. Hansen hjá Kyndli og Marjun Danberg hjá Neistanum skorað.

 

46: 18-20

 

Brynja Høj hevur risa møguleika at minka til 18-19, men hon rakar yvirleggjaran. Ístaðin økir Turið Arge til 20-17 til Kyndil. Slíkt kann gerast sera avgerandi. Síðani eydnast tó Marjuni Danberg at skora til 20-18.

 

44: 17-19

 

Kyndil tekur time-out. Við máli frá Eir Berg eru nú bert tvey mál á muni.

Neistin hevur eisini skift málverja. Unga Margit Weihe Frímundsdóttir er komin inn fyri Fríðu Petersen.

 

43: 16-19

 

Turið Arge meiðslaði fingurin og var úti í nakrar minuttir, men er nú komin innaftur. Kyndil varðveitir málmunin og tykist at hava tamarhald á støðuni beint nú. Serliga Birita Ingolfsdóttir, sum hevur skorað tvey mál seinastu løtuna, ger sítt til fyri at halda neistakvinnum í dystinum

 

40: Anna Brimnes hjá Kyndli og Brynja Høj hava fingið hvør sína útvísing á tveir minuttir. Danilo Gagliardi hevur tikið time-out, og hetta má sigast at vera alneyðugt, tí seinastu minuttirnar hava neistakvinnur gjørt eina røð av stórum mistøkum.

 

39: 13-17

 

Bjarta Johansen fær eisini tveir minuttir útvísing, sum merkir, at Neistin spælir lítla løtu við seks ímóti fýra. Men neistakvinnur misnýta møguleikan so dyggiliga og spæla sær av við bóltin. Turið Arge kemur inn aftur frá sínari utvísing og økir til 17-13. Síðani stórbjargar Maja Dragoljubovic stóran møguleika hjá Brynju Høj. Alt gongur upp í eina hægri eind hjá Kyndli í løtuni. 

 

35: 13-16

 

Marjun Danberg minkar til 15-13. Síðani fáa neistakvinnur tveir møguleikar at minka um munin, men í báðum førum brennir Eir Berg. Ístaðin økir Anna Brimnes til 16-13 til Kyndil við enn einum brotskasti.

 

Turið Arge hjá Kyndli fær eina óneyðuga tveir minuttir útvísing fyri lítla hevnisøku.

 

31: 12-15

 


Seinni hálvleikur er byrjaður. Kyndil byrjar betur og leggur seg á odda 12-15 við máli frá toppskjúttanum, Onnu Brimnes.

 

30: 12-14

 

Seinastu løtuna hevur Marjun Danberg av álvara meldað seg inn í dystin og hevur nú skorað fýra mál. Kyndilskvinnur eru tó framvegis við yvirlutan, sum tær hava verið allan hálvleikin. Serliga hevur Anna Brimnes skarað framúr. Hon er toppskjútti hjá Kyndli við heili seks málum í fyrra hálvleiki.

Bæði liðini hava havt eins nógvar tekniskar villur í fyrra hávleiki - seks í part.

 

 

 

27: 10-12

 

Anna Brimnes og Bára K. Hansen hava skorað, og tískil er Kyndil nú á odda 12-10. 

 

24: 10-10

 

Súna K. Hansen fær dagsins fyrstu útvísing hjá kyndilskvinnum fyri at syfta Marjuna Danberg um koll. Brynja Høj hevur júst javnað til 10-10.

 

Spælstýrarin hjá Neistanum, Bára Hansen, var søgd at vera sera ivasom til dagsins dyst, men hon er komin somikið væl fyri seg, at hon er komin á vøllin nú.

 

19: 8-9

 


Nú er tað spanski venjarin hjá Kyndli, Daniel Gordo Rios, ið hevur tikið time-out. Neistakvinnur eru komnar betur við og eru nú bert aftanfyri við einum máli. Higartil hevur Birita Ingolfsdóttir verið undangongukvinna hjá Neistanum og hevur skorað trý mál.

 

15: 5-8

 

Kyndil hevur gagnnýtt yvirtalsstøðuna til at leggja seg á odda við trimum málum. Neistaliðið er aftur fullmannað nú. Anna Brimnes skorar til 8-5 og er toppskjútti hjá Kyndli við trimum málum.

 

12: Brynja Høj fær fyrstu tveir minuttir útvísingina í dystinum. Kyndil framvegis á odda við einum.

 

11: Fyrsta time-out í dystinum er tikið av brasilska venjaranum hjá neistakvinnum, Danilo Gagliardi.

 

10: 4-5

 

Ofta eru dystirnir ímillum hesi liðini málfátækir, men soleiðis er ikki hesaferð. Nógv ferð er á, og málini verða skorað í stríðum streymi. Eitt skifti vóru kyndilskvinnur á odda 4-1, men nú er javnari, tí støðan er nú minkað til 5-4 til Kyndil.

 

05:  1-3

Kyndil er komið betur frá byrjan og er á odda 3-1. Málini hjá kyndilskvinnum hava Anna Brimnes og Bára K. Hansen skorað. Birita Ingolfsdóttir skoraði málið hjá neistakvinnum.

 

01: Fyrsta skotið í dystinum hevur høgri vongurin hjá Neistanum, Lilja Mohr, men Maja Dragoljubovic bjargar væl. Í hinum endanum bjargar Fríða Petersen eisini fyrsta skotinum hjá kyndilskvinnum.

 

 

 

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna P. Nólsoy, Lilja Mohr, Birita Ingolfsdóttir, Eir Berg, Barbara N. Johannesen, Drós Ragnarsdóttir, Bára Hansen, Marjun Danberg, Ása Dam á Neystabø, Margit Weihe Frímundsdóttir, Brynja Høj, Fríða á Dunga, Tórhalla Thorsteinsson, Gunnfríð P. Nólsoy og Jacklin Durhuus.

 

Kyndil: Maja Dragoljubovic, Anja Eliasen, Guðrið G. Eystberg, Bára K. Hansen, Anja Hammer, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta O. Johansen, Gudrun Restorff, Anna A. Brimnes, Súna K. Hansen, Birita Mortansdóttir, Tomma Petersen, Lea Durhuus, Helena á Krákusteini, Eyðleyg Súnadóttir og Turið Arge Samuelsen.

 

Dómarar í dag eru Thomas Juul S. Thomsen og Eyðun Samuelsen.

 

Sum væntað eru tað tey einaráðandi feløgini í føroyskum kvinnuhondbólti seinastu árini, Neistin og Kyndil, sum bresta saman í finaluni í Faxe Kondi-kappingini hjá kvinnum. Bæði liðini hava gjørt reint borð á vegnum til steypafinaluna og vunnið allar sínar dystir í kappingini í 2017.

 

Seinast hesi liðini hittust í steypafinaluni var í 2015. Tá vunnu neistakvinnur 24-19. Sostatt hava tær møguleika at vinna kappingina triðja árið á rað, tí í fjør vann Neistin eisini steypakappingina hjá kvinnum. Tá við teprum sigri ímóti VÍF - 17-16.

 

Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður. Dysturin byrjar nú klokkan 13.30.