AB hevur fyri løtu síðan vunnið við einum máli móti ongum á TB, sum vitjaði á Argjum. Dion Splidt stóð fyri einasta málinum í dystinum, tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamalur. Framherjin sendi hornaspark beinleiðis í netið.
AB var leikliga omaná í nógva vindinum á Argjum, og sigurin var uppiborin. Fáir málmøguleikar vóru, og TB megnaði ongantíð at trýsta heimaliðið í royndini at fáa útjavnandi málið.
AB ? TB 1-0 (0-0)
1-0: Dion Splidt










