Í einari roynd at styrkja nærdemokratiið hava nakrir limir í grønlendska Siumut-flokkinum skotið upp, at floksformaðurin skal veljast við uratkvøðu ímillum allar limirnar. Eftir núverandi skipan eru tað lokalfeløgini, sum velja formannin á landsfundi, men summi halda, at tað hevði verið meiri demokratiskt, um allir limirnir fingu høvi at velja. Uppskotið skuldi viðgerast á eykalandsfundi í dag. Í ár eru annars 30 ár, síðani Siumut varð stovnaður.